Phd. ritgerð um religión og talufrælsi verjast í morgin

Í morgin verður Phd. verja hjá Heina í Skorðini. Ritgerðin snýr seg um samanbrestin ímillum religión øðrumegin og talufrælsi hinumegin. 

Í morgin fríggjadagin 24. november verður Phd. verja í søgu- og samfelagsdeildini hjá Fróskaparsetrinum á Jónas Broncks gøtu 25. Tað er Heini í Skorðini, ið hevur skrivað ritgerð um samanbrestin ímillum religión øðrumegin og talufrælsi hinumegin.

Á heimasíðuni hjá setrinum stendur hetta:

Heini arbeiddi í fólkatinginum á Christiansborg í 2005, tá 12 tekningar av profetinum Muhammed tveitti Danmark út í størstu uttanríkispolitisku kreppuna í nýggjari tíð. Og tá hann nøkur ár seinni var í starvsvenjing á donsku sendistovuni í Ísrael, upplivdi hann eisini stórar mótmælisgongur ímóti Danmark og tekningunum í Jyllandspostinum. Kjakið um tekningarnar avdúkaði eisini, at vesturheimurin sjálvur er í tvíningum um, hvar mørkini fyri talufrælsinum skulu vera. Í 2015 lupu yvirgangsmenn á franska satirublaðið Charlie Hebdo og drupu 12 fólk við teirri grundgeving, at blaðið hevði speirikið profetin Muhammed. Eftir álopið fóru alskyns statsleiðarar til París at luttaka á stórari mótmælisgongu til frama fyri talufrælsið.

Men rætturin til at samskifta frítt um átrúnað er sera avmarkaður í nógvum londum kring heimin, serliga í tí muslimska heiminum, men eisini uttanfyri tann muslimska heimin í Asia, Afrika og Suðuramerika. Borgarar, sum finnast at ráðandi átrúnaðarligum virðum, kunnu risikera bót, fongsul, tortur og deyðadóm. Og hóast tey allar flestu evropeisku londini hava strikað lóggávu ímóti blasfemiskari talu, hava tey samtykt lóggávu ímóti haturstalu fyri at verja religiøsar minnilutar.

Seinnu árini hevur samanbresturin ímillum talufrælsið øðrumegin og religiøsar kenslur hinumegin elvt til politiskt stríð í ST. Øðrumegin eru tey londini, sum arbeiða fyri nýggjari altjóða lóggávu ímóti blasfemiskari ella religiónskritiskari talu. Hinumegin eru tey londini, sum halda, at religiónskritikkur er ein mannarættur samsvarandi altjóða lóg. Hetta er eitt stríð um at áseta altjóða mørkini fyri talufrælsinum, tá talan er um átrúnað.

Seinastu trý árini hevur Heini í Skorini fylgt hesum stríðnum í ST, og í summar vardi hann sína ph.d.-ritgerð á King’s College London, Department of War Studies. Hann hevur luttikið á fundum í Geneve og í Saudi Arabia, og hann hevur gjørt samrøður við 25 diplomatar úr USA, Evropa, Afrika, Miðeystri og Suðureysturasia. Framløgan fríggjadagin kl. 14 verður á veghæddini á Søgu- og Samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25. Eftir framløguna verður høvi at seta spurningar og fáa ein drekkamunn.