Politiska skipanin heldur aftur

Viðmerkingarnar hjá rektaranum á Fróðskaparsetri Føroya í miðlunum herfyri, kunnu ikki lesast øðrvísi, enn at tað er politiska skipanin, sum við sínum vantandi áhuga, darvar menningini av Fróðskaparsetrinum, nú áhugin annars millum tey ungu tykist at vera vaksandi.

Sigurð í Jákupsstovu rektari á Setrinum vísir í síni viðmerking á Vágaportalinum á, at tað er ikki samsvar ímillum tann vaksandi áhugan fyri Setrinum millum útbúgvandi ættarliðið og so tað, sum politiska skipanin er før fyri at stuðla við.

Sigurð vísir á tilmæli um átøk í álitinum um fólkavøkstur frá 2013 um at styrkja umstøðurnar fyri hægri lestri fyri at fáa tey ungu at velja Føroyar.

Tey, sum hugagóð hava arbeitt og lagt nógva orku í at menna Setrið við betri umstøðum og fleiri tilboðum, standa alsamt meira spyrjandi, nú tíðin gongur og eingi útlit eru fyri at politiska skipanin vil hjálpa til í menningini av okkara einasta hægri lærdómsstovni.

Er vantandi áhugin fyri Setrinum frá politiskari síðu eitt tekin um, at man vil bremsa gongdini at menna Setrið, spyr Sigurð í Jákupsstovu í viðmerking á Vágaportalinum seinasta vikuskifti

Lovorðini tykjast ikki at skorta frá politisku skipanini. Sigurð í Jákupsstovu heldur, at tað kann vera freistandi at seta sær spurningin, um føroyskir politikarar eru góðir við Fróðskaparsetrið, ella um politiska skipanin tekur undir við, at vit hava eitt universitet í Føroyum.

Tað hevur verið ein ávísur áhugi fyri Setrinum frá politiskari síðu í eina tíð, men í 2017 tykist alt at ganga meira striltið. Politiska skipanin fegnast um, at Fróðskaparsetrið er ment, og at fleiri ung velja Setrið, vísir rektarin á. Men saman politiska skipan aftrar seg við at játta meira pening til universitetslestur.

Sigurð í Jákupsstovu undrast á hetta og spyr, hvussu hetta man bera til. Er tað tí man ynskir at bremsa gongdini, ella er tað tí tað er ikki greitt fyri játtandi myndugleikanum, at tá vit seta nýggjar útbúgvingar á stovn og taka fleiri lesandi inn, so krevst eisini økt játtan.

Tá játtan ikki fylgir við tørvinum og eftirspurninginum, kemur stovnurin í eina áhaldandi fíggjarliga trongstøðu, og sum frálíður verður hetta ein stórur trupulleiki, sigur rektarin í síni viðmerking.

Úrslitið er eftir øllum at døma, at starvsfólkini troyttast, grundarlagið undir stovninum viknar, og virksemi má leggjast niður. Og tað ynskja vit ikki.

Rektarin heitir á Løgting og Landsstýri um at taka fíggjarstøðuna á Fróðskaparsetrinum til viðgerðar og bera so í bandi, at ein langtíðar fíggjarkarmur verður lagdur, sum tekur hædd fyri øktum virksemi og vaksandi áhuga fyri hægri lestri í Føroyum.