Povl Dissing í Klaksvík og í Havn

Povl Dissing og Den Kongelige Livgardes Messingkvintet verða at hoyra í Spaniastovu í Klaksvík 25. mars og í Norðurlandahúsinum 26. mars.

Spæld verða nøkur av kendastu løginum hjá Povl Dissing og Benny Andersen, m.a. Svantes Lykkelige Dag, Rosalina sangirnir og Tivoliminder. Hartil framføra teir løg hjá Bellmann og onkur løg sum messingkvintettin plagar av hava á skránni.

Den Kongelige Livgardes Messingkvintet eru 2 trumpetir, basun, waldhorn og tuba.

Sunnudag  26.03, kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum

Leygardag 25.03, kl. 22.00 í Spaniastovu í Klaksvík

Kostnaður 190 kr.

Dagføring: Hetta tiltak er, sum skilst á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, avlýst vegna sjúku.

Hoyr venjingar frá august 2016



Ger viðmerking