Charles Puidgemont, forsetin í Katalonia er flýggjaður til Brússel eftir at verða ákærdur fyri uppreistur og at eggja til ófrið.
Fyrr í dag kom fram, at spanski ríkisákærin ákærir leiðandi katalanskar politikkarar fyri uppreistur og at eggja til ófrið – ákærur, sum kunnu hava fongsilsrevsing upp til 30 og 15 ár við sær.
Fríggjadagin staðfesti katalanska landspartatingið fólkaatkvøðuna, sum var fyrsta oktober og lýsti loysing frá Spaniu. Sama dag skuldi senatið í Madrid atkvøða um at seta §155 í sponsku grundlógini í gildi, sum gevur spansku stjórnini heimild at taka ræðið í landspørtunum í spanska ríkinum. Spanska senatið setti greinina í grundlógini í gildi og lýsti val til landspartatingið í Katalonia at verða 21.desember. Spanska sjálvstýrið varð avtikið, og spanska stjórnin fekk beinleiðis vald á landspartinum.
Charles Puidgemont, forsetin í Katalonia heitti á íbúgvarnar í Kataloniu um at mótmæla á friðarligan og lógligan hátt, eftir at tað kom fram, at Katalonia hevði mist sítt sjálvstýri.
Í morgun kom fram, at spanski ríkisákærin hevur lagt ákærur fram ímóti fleiri leiðandi politikkarum í Kataloniu. Charles Puidgemont er sjálvur ákærdur, men talsfólk fyri stjórnina í Madrid siga, at hann er vælkomin at stilla upp til landspartavalið, sum verður 21. desembur. Men nú siga altjóða miðlar, at CharlesPuidgemont er í Brússel sum politiskur flótti.
Um vikuskiftið hava mótmæli fyri og ímóti katalanskari loysing verið í Barcelona, og støðan er sum skilst á útlendskum miðlum, enn sera spent.