Puidgemont leyslatin við treytum

Í gjár meldaðu Charles Puidgemont og fýra aðrir fyrrverandi ráðharrar í Katalonu seg sjálvar til løgregluna. Ein belgiskur dómari hevur leyslatið øll fimm við treyt um, at tey ikki flýggja úr landinum. 

Tá ið spanska stjórnin nakað síðan tók Katalanska sjálvstýrið av ræði og lýsti val at verða 21. desember í ár, vórðu Charles Puidgemont, fyrrverandi forsetin í Katalonia og 13 ráðharrar úr hansara stjórn ákærdir fyri at hava gjørt uppreistur, hava eggjað til ófrið og at misbrúka almennan pening. Puidgemont og fýra ráðharrar rýmdu til Brússel við teirri grundgeving, at tey ikki hildu seg hava trygd fyri einari rættvísari rættargongd í Spania, men spanska løgreglan hevur sent eina ES eftirlýsing út og kravt, at katalanarnir verða útflýggjaðir til Spania.

Í gjár møttu Puidgemont og hinir ráðharrarnir í Brússel sjálvbodnir einum belgiskum dómara. Teir vórðu avhoyrdir í tíggju tímar, men leyslatnir aftur við ávísum treytum. Ráðharrarnir hava fingið boð um ikki at fara av landinum uttan at siga frá, og teir fingu eisini boð um at upplýsa fyri løgregluni, hvar teir búðu í Brússel.

Puidgemont hevur sambært altjóða miðlum boðað frá, at hann ikki fer aftur til Spanialands, um hann ikki fær trygd fyri eini rættvísari rættargongd. Hann sigur, at ákærurnar bera á brá av hevndarhuga og ikki einum modernaðum rættarsamfelagi.

Átta av teimum 14 ákærdu ráðharrunum eru handtiknir av sponsku løgregluni, og teir eru allir varðhaldsfongslaðir. Spanska løgreglan vil vera við, at vandi er fyri, at ráðharranir flýggja, um teir verða leyslatnir.