Puidgemont søkir ikki um friðskjól í Brússel

Charles Puidgemont, sum er í Brússel við fleiri ráðharrum úr frákoyrdu Katalansku stjórnini, fer ikki at søkja um friðskjól í Brússel. 

Í gjár skrivaði Fjúrtandi, at fleiri altjóða miðlar skrivaðu, at Charles Puidgemont var í Brússel, har hann ætlaði at søkja um friðskjól, eftir at spanski ríkisákærin hevði boðað frá, at hon ætlaði, at Puidgemont skuldi ákærast fyri uppreistur og at eggja til ófrið. Afturat tí eru Puidgemont og aðrir katalanskir ráðharrar ákærdir fyri at misbrúka almennan pening.

Men á tíðindafundi í Brússel í dag, boðaði Charles Puidgemont frá, at hann ikki var í Brússel fyri at søkja um friðskjól. Hann segði, at hann var í Brússel fyri at kunna tala undir frælsum og tryggum umstøðum, og at hann fór aftur til Barcelona, so skjótt sum hann var vísur í at fáa eina rættvísa rættarviðgerð. Hann segði sambært enska miðlarisanum TheGuardian eisini, at hann helt, at ákærurnar ímóti sær og hinum ráðharrunum bóru á brá av sponskum hevndarhuga og ikki av einum tryggum rættarsamfelagi.

Puidgemont segði eisini seg eisini fara at góðtaka úrslitið av landspartavalinum, sum spanskir myndugleikar hava sett at verða 21. desember, men at hann eisini vónar, at spanskir myndugleikar fara at góðtaka valúrslitið, um loysingarflokkar verða valdir.

Spanska senatið setti fríggjadagin §155 í sponsku grundlógini í gildi, og hon gevur sponsku stjórnini heimild at taka katalanska sjálvstýrið av ræði. Spanska stjórnin lýsti val at verða 21. desember, og mánadagin vórðu ákærurnar ímóti katalansku ráðharrunum reistar.

Fríggjadagin hevði katalanska landspartatingið sjálvt staðfest fólkaatkvøðuna frá 1. oktober, tá ið meirilutin av veljarunum valdu loysing frá spanska ríkinum.