Putin og Trump hittast

Tá ið fundur um veðurlagsbroytingarnar byrjar í dag í Hamburg, luttaka bæði Putin og Trump. Seinni í dag skulu teir báðir hittast.

Vladimir Putin og Donald Trump hittast fyri fyrstu ferð í dag. Báðir hava tosað um, at sambandið ímillum londini bæði skal betrast eftir støðuna í Ukraina og Sýria, har londnini ikki hava drigið somu línu.

Óvist er, hvat fundurin fer at snúgva seg um, hvørt nakar tíðindafundur verður, eftir at teir hava fundast, ella akkurát nær fundurin verður. Men hóast Donald Trump undir valstríðnum fleiri ferðir tosaði um, at sambandið við Rusland og Putin skuldi betrast, er lítið hent eftir valið. Handilsboykott eru enn í gildi mótvegis Russlandi, og Putin hevur heitt á vesturheimin um at steðga hesum handilsboykottum, sum hann sigur “USA stendur fyri.” Putin hevur eisini sagt, at Parísaravtalan, ið var gjørd fyri at steðga veðurlagsbroytingum, skal haldast, ímeðan Donald Trump hevur tikið USA úr avtaluni.

Fleiri útlendskir miðlar skriva eisini, at fundurin fer at snúgva seg nógv um at vísa seg sum hin sterkara leiðaran. Bæði CNN og DR skriva um, at hvør einasta støða fer at blíva tulkað, soleiðis at avgerast kann, hvør hevur sálarliga yvirtakið.

G20 fundurin, sum er navnið á fundinum, ið verður um veðurlagsbroytingar í Hamburg í dag, hevur sítt navn eftir luttakaratalinum – tað verða 20 lond í hittast til fundin, ið verður í dag og í morgin. Tað hava verið stór og ógvuslig mótmæli ímóti fundinum, og løgreglan hevur brúkt vatnkanón og táragass fyri at steðga mótmælunum.

Kelda: G20: Trump and Putin to meet face to face for first time