Í sjónvarpinum í farnu viku var sending um radaramálið.
Tað var í tøkum tíma, at Kringvarpið av álvara fór undir at viðgera radaramálið. Synd er tó at siga, at nógv nýtt kom fram í sendingini, sum eisini tíverri hevði slagsíðu við at einans hava danskar serfrøðingar.
Høvuðspunktini, sum komu fram var, at 1) Føroyar hoyra undir bretskt trygdarøkið, 2) radarin tekur burtur blinda opið, har russisk flogfør kunnu flúgva ósædd inn í Atlantshav og 3) radarin økir minimalt um vandan, at Føroyar gerast eitt bumbumál.
Sjálvt um tað er hugaligt við aktuelt sendingum í sjónvarpinum, so sat ein smámisnøgdur aftan á sendingina. Har kom sum so einki fram, sum flest fólk ikki vistu frammanundan.
Næsta sending
Tá ið Kringvarpið vónandi fer undir næstu sending um radaramálið, so átti Kringvarpið heldur at tikið fatur í hesum:
- Hvørjar serkunnleikar skulu føroyingar hava fyri at kunna reka ein radara? Kringvarpið hevur sett hol á við at práta við Oddmar Kruse, sum hevur arbeitt sum tøkningur í 24 ár í Sornfelli. Men har er nógv afturat, sum kann lýsast. T.d. hvussu long er útbúgvingin, og hvar kunnu føroyingar taka hana?
- Hvat fáa Føroyar í árligum inntøkum, um føroyingar yvirtaka loftrúmið? Hvørt flogfar, sum fer ígjøgnum loftrúmið hjá einum landi, rindar eitt gjald til landið. Naviair, sum Danmark eigur, hevur uml. 1.000 mió. kr. í inntøkum á hvørjum ári, meðan Isavia, sum íslendingar eiga, hevur uml. 760 mió. kr. í árligum inntøkum. Hvussu nógv høvdu Føroyar fingið í árligum inntøkum, um vit yvirtóku loftrúmið?
- Hvat kostar tað at byggja ein hernaðarradara? Danir hava játtað knapt 400 mió. kr. til radaran, men røddir eru frammi sum nevna, at ein slíkur radari kann byggjast fyri einar 100 mió. kr.
Sambært kanning hjá Fróðskaparsetur Føroya eru tað 54 prosent av føroyingum sum halda, at verður ein radari settur upp, so eru tað føroyskir myndugleikar, sum skulu reka hann (og ikki danskir myndugleikar). Tað hevði tískil verið uppá sítt pláss, at Kringvarpið tók hesar spurningar upp.
Tað hevði verið veruligt ”public service”, og fleiri míl betur enn at hoyra, hvat Anders Fogh heldur, at føroyingar áttu at gjørt.