Raðfesta bústaðarmarknaðin

Bústaðartrupulleikin er ein av stóru avbjóðingunum í Føroyum, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum. Herfyri hitti Fjúrtandi Kristinu Háfoss til samrøðu. Hetta er seinna greinin av samrøðuni.

Tráin P. Nónklett og Regin Winther Poulsen hava sett greinina saman, 

Bústaðir hava fingið ákærur fyri at byggja ov dýrar íbúðir. Leiguprísurin í Føroyum er høgur, og søgur um, at fólk mangla eitt stað at búgva, eru at hoyra í miðlunum.

Samgongan hevur kanska eisini fingið ákoyringar fyri ikki at gera nóg nógv við málið, men Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum vísir tí aftur.

– Eg haldi, at fyrsti fundurin eg sum landsstýriskvinna hevði við ein stovn var við Bústaðir. Tá valdi eg at geva teimum eitt skjal, har eg boðaði frá, at tey máttu raðfesta trý øki burturav: Nummar eitt er at fáa munandi fleiri leigubústaðir til ein lágan kostnað, soleiðis at fólk, sum ikki hava tað stóra fíggjarliga rásarúmið hava møguleika at skaffa sær ein bústað. Nummar tvey er at fáa fleiri lestraríbúðir og nummar trý er at fáa fleiri íbúðir til fólk við serligum tørvi, sigur Kristina Háfoss.

– Tað hava Bústaðir lagt seg eftir síðan hendan samgongan tók við. Avbjóðingin hevur verið tann at fáa tilboðini til ein nøktandi prís, tá ið tey hava bjóðað út, leggur Kristian Háfoss afturat.

Ímillum verkætlanirnar hjá Bústøðum er Kommunuskúlin í Havn, sum skal byggjast um til lestraríbúðir.

Bústaðir taka lán
Løgtingið hevur samtykt at geva Bústøðum heimild at taka lán á 250 milliónir krónur. Lánið skal tó vera innanlandsfíggjað, soleiðis at uttanlandsfíggingin ikki verður økt. Kristina Háfoss vísir á, at vit eitt nú hava stórar pensjónsuppsparingar í Føroyum, sum kunna verða sett í trygga bústaðarbygging.

– Tað er mín vón og áheitan, at vit fáa kommununar og tað privata meira á banan. Ongantíð betri, um vit í felag kunnu fáa loyst hesa avbjóðingina. Tí hava vit eisini havt ein felags evnisfund við øllum landsstýrisfólkunum, Bústøðum, Kommunufelagnum, bankunum, pensjónsfeløgunum og Vinnuhúsinum. Fundurin var ein heilan dag, har allir partar løgdu fram, um hvussu teir mettu, at bústaðaravbjóðingin verður loyst best møguligt, sigur Kristina Háfoss.

Nýggi lánsmøguleikin ger tað, at Bústaðir samanlangt kunnu koma upp á 500 leiðubústaðir komandi tvey árini. Veruleikin er hinvegin tíverri tann, at tað vanta fleiri íbúðir enn tað í Føroyum.

– Eftir tí føroyska bústaðarmarknaðinum er hetta nakað, sum eigur og skal muna. Samstundis vita vit, at tørvurin kanska er tað tvífaldaða ella trífaldaða, viðgongur Kristina Háfoss.

Byggimarknaðurin í upphiting
Tað hendir nógv í Føroyum, og byggivinnan hevur úr at gera. Vandi er tá fyri, at upphiting kemur í búðskapin, og tað kann hava við sær, at tað verður ógvuliga trupult at byggja íbúðir fyri ein rímiligan prís.

– Vit standa við einum byggimarknaði, sum hevur ávís tekin um upphiting. Tað er trupult at fáa fatur á hondverkarum, og prísirnir eru vaksandi, greiðir Kristina Háfoss frá.

– Hinumegin hava vit ein átrokandi tørv á at fáa bygt fleiri leigubústaðir, tí tað er ein fyritreyt fyri framhaldandi fólkavøkstri, sum aftur er fyritreyt fyri framhaldandi búskaparvøkstri, sigur Kristina Háfoss víðari.

– Tað er eitt val, og vit hava valt at siga, at tað er neyðugt at fáa bygt meir, tí annars fer fólkavøksturin at steðga, greiðir Kristina Háfoss at enda frá, ið sigur tað vera neyðugt framhaldandi at raðfesta íbúðir.