Raðfesta náttúruna á fíggjarlógini

Í tíðindaskrivi frá heilsu- og innlendismálaráðnum verður boðað frá, at landsstýriskvinnan arbeiðir við átøkum, ið hava til endamáls at styrkja verndina av náttúruni. Á fíggjarlógini er peningur millum annað settur av til náttúrufyrisiting og at týna rottuni. 

– Verandi lóg um náttúrufriðing er ikki tíðarhóskandi og tryggjar ikki føroysku náttúruni neyðugu verndina. Tí vil Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hava eina nýggja lóg á økinum.  Væl er komið áleiðis við arbeiðinum at orða nýggja náttúruverndarlóg, og lógaruppskot, sum skipar fyrisiting og vernd av margfeldinum í føroysku náttúruni, verður lagt fyri tingið í ár, sigur heilsu- og innlendismálaráðið í tíðindaskrivi.

Tingfundur er í næstu viku, tá ið fíggjarlógin millum annað skal til viðgerðar. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum umsitir eisini umhvørvismál, ið samgongan hevur sett sær fyri at raðfesta. Í fíggjarlógaruppskotinum, ið liggur í tinginum nú, er peningur settur av til náttúrufyrisiting og at upplýsa um og týna rottuna.

– Somuleiðis fær náttúrvernd eina fíggjarliga uppraðfesting komandi ár. Av teimum tveimum milliónunum, sum eru settar av til náttúrufyrisiting í fíggjarlógarini í 2018, fer ein partur til eina fakliga náttúrufyrisiting við støði í komandi náttúruverndarlóg. Hin parturin skal nýtast til verja rottufríar oyggjar móti rottu, umframt at fremja miðvís átøk at upplýsa um og týna rottu, stendur eisini í tíðindaskrivinum frá heilsu- og innlendismálaráðnum.