Raðfesta náttúruvernd

Í lesarabrævi fegnast Bjørt Samuelsen um, at náttúruvernd verður raðfest munandi í fíggjarlógini, sum varð samtykt í gjár. Landsstýriskvinnan hevur lovað, at lógin verður klár skjótt. 

– Nú nýggja árið nærkast, nærkast eisini dagurin, tá ið vit fáa spildurnýggja náttúruverndar- og margfeldislóg, har tað at varðveita lívfrøðiliga margfeldið og at verja okkara sárbæru náttúru verður sett í hásæti.

Tað sigur Bjørt Samuelsen í lesarabrævi, har hon skrivar um, at náttúruvernd verður raðfest munandi á fíggjarlógini.

– Longu í 1993 samtykti løgtingið ST-sáttmálan um lívføðiligt margfeldi. Og í 2006 varð við stórum meiriluta samtykt at heita á landsstýrið um at fylgja nevnda ST-sáttmála, sigur Bjørt Samuelsen víðari í lesarabrævinum.

Les eisini: Náttúruverndarlóg skjótt klár 

Tað er partur av samgonguskjalinum at náttúruverndarlóg skal gerast, og síðsta í farna mánaða segði Sirið Stenberg, at náttúruverndarlógin er næstan liðug. Tað segði hon í svari til munnligan fyrispurning frá Sonju Jógvansdóttur.

Men landsstýriskvinnan segði eisini, at orsakað av, at lógin fevndi um øki,  ið trý ymisk landsstýrisfólk varða av, hevur tað tikið langa tíð at fáa lógina lidna.

– Fyri at lógin skal virka, er neyðugt at byggja upp holla og fakliga sterka umsiting av lógini, og júst hetta sæst aftur á fíggjarlógini fyri 2018. Fyrst gjøgnum uppraðfestingina frá landsstýriskvinnuni og síðan við, at tað í fíggjarlógararbeiðinum er eydnast at  fáa fitt av peningi eyka á hesa kontu, sigur Bjørt Samuelsen, sum heldur, at hetta fer at leggja grundarlagið undir, at náttúruverndarlógin kemur at virka væl.

Lesarabrævið hjá Bjørt Samuelsen: Náttúruverndin styrkt og raðfest