Flokstingið hevur einmælt samtykt uppskot frá Unga Tjóðveldið um at raðfesta Fróðskaparsetur Føroya og at økja játtanina munandi á fíggjarlógini.

Hervør Pálsdóttir legði uppskot fram vegna Unga Tjóðveldið.
Hervør Pálsdóttir legði uppskot fram vegna Unga Tjóðveldið, og hon vísti á, at neyðugt er alla tíðina at menna Setrið og skapa góðar karmar fyri lesandi í Føroyum. Ístaðin fyri menning og góðar karmar er Setrið merkt av sparing, og talið av vallærugreinum minkar á ymsu deildunum. Hetta ger, at Setrið stendur seg ikki væl í kapping við onnur universitet. Politikarar mugu raðfesta Setrið og finna pengar at hækka játtanina munandi, so man eisini í Føroyum kann nema sær eina góða útbúgving, ið er javnsett við aðrar útbúgvingar úti í heimi.

Kristina Háfoss
Kristina Háfoss helt at uppskotið er fult í samsvar við bæði stevnumið og samgonguskjal. Kristina vísti á, at játtanin til Setrið ikki er minkað, men tvørturímóti var játtanin í 2017 útvið 9 mill. hægri enn 2015. Hetta hevur Setrið brúkt til fleiri lesandi og styrka útbúgvingarnar.

Magni Arge
Magni Arge fegnaðist um uppskotið og vísti á týdningin av at hava eitt gott universitet sum granskar í, hvussu man lívbjargar sær í nærumhvørvinum, og nevndi Vest Nordic Studies á Fróðskaparsetrinum sum eitt spennandi og viðkomandi dømi. Eisini vísti hann á, at vit hava eggjað fólk at fara at lesa aðrastaðni, men tá tey koma heimaftur verða tey ikki javnsett við fólk sum hava lisið í Danmark.
Handverksútbúgvingar eisini raðfestast

Heini Holm
Heini Holm saknaði orðaskifti um handverksútbúgvingarnar, og helt at tær verða gloymdar, tí so nógv fokus er á útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum. Handverksútbúgvingarnar eru fækkaðar í tali, og torført er at fáa lærlingar til smærru økini. Tørvur er á handverkarum, tí í løtuni arbeiða einir 300-400 útlendskir handverkarar í Føroyum. Yrkisútbúgvingarnar eiga at verða tiknar uppí tá man tosar um útbúgving.