Ræður Anders Samuelsen í Føroyum?

Bárður Nielsen ilskaðist í síðstu viku um, at Poul Michelsen noktaði at møta á altjóða fundi í Danmark. Men skulu føroyskir politikkarar standa til pynt, ímeðan Anders Samuelsen tekur avgerðir um føroysku tjóðina? 

Í síðstu viku kom fram, at ein samstarvsavtala ímillum Føroyar, Ísland og Grønland ikki verður góðtikin av danska uttanríkisráðharranum, Anders Samuelsen. Talan er um eina yvirlýsing ímillum londini í útnorði, har staðfest verður, at londini vilja arbeiða saman. Talan er ikki um ítøkiliga staðfestar skyldur mótvegis hvørjum øðrum, men hinvegin er talan um eina yvirlýsing, sum skal binda londini til at samstarva um felags avbjóðingar í útnorði.

Men tað var at ganga ov nær at málsøkinum hjá danska yvir-uttanríkisráðharranum, Anders Samuelsen. Undir-uttanríkismálaráðharrin, Poul Michelsen tók avleiðingarnar av, at Anders Samuelsen ikki toldi, at Grønland, Ísland og Føroyar arbeiddu saman uttan at spyrja donsku stjórnina um loyvi, og tí fór hann ikki á fundin um arktis í síðstu viku. Tað ber sjálvandi til at kjakast um, hvørt landsstýrimaðurin skuldi verið farin á fundin, men hin nógv týdningarmiklari spurningurin er: Hvussu kunnu vit góðtaka, at okkum verður noktað at samstarva við frændur okkara í útnorði?

Evropiska samveldið er í tvíningum, veðurlagsbroytingarnar eru veruliga farnar at síggjast,  og næsta ár verður ein strandalandasamráðingarpartur afturat, tá ið Bretland ikki verður partur av ES longur. Fyri føroyingar allar, átti tað at verið eyðsýnt, at hesar avbjóðingar eru best loystar við teimum, ið eru í sama báti sum vit. Tað verður so ikki við Anders Samuelsen á odda, at føroyski búskapurin heldur fram við sínum góða vøkstri seinastu árini.

Nú allur føroyskur politikkur er um at fara í fisk, áttu allir føroyingar – fólkavaldir sum aðrir – at steðgað á og spurt seg sjálvar, um ríkisrættarliga støðan er haldbar? Um føroyingar ikki so frætt sum kunnu gera yvirlýsingar saman við tjóðum, sum púra eyðsýnt hava somu avbjóðingar sum vit, mugu vit taka ábyrgd av okkara egna uttanríkispolitikki beinavegin! Søgan var tann sama í Norðurlandaráðnum í ár, tá ið danska grundlógin varð nýtt til at forða føroyingum í at samstarva við onnur norðurlond. Vit kundu ikki gerast partur av norðulendska samstarvinum, tí tað gekk sambært donskum betongjuristum ímóti ríkis-“felagsskapinum.”

Formaður Sambandsfloksins var greiður á málinum, tá ið hann legði eftir Poul Michelsen fyri ikki at møta á altjóða fundi. Men Bárður Nielsen svaraði ongantíð fyri, um tað er vert at luttaka á tílíkum fundum, tá ið okkara avgerð ikki verður vird. Tí sjálvandi skulu føroyingar og vinatjóðir okkara í útnorði hava frið at loysa felags avbjóðingar, uttan at Anders Samuelsen, Lars Løkke ella onkur triði blandar seg uppí.