Høgni Hoydal er ikki ovfarin av ógvusligu reaksjónunum upp á uppskotið til fiskivinnunýskipan, men hann hevði ikki væntað, at tað fór at snúgva seg so nógv um antitrust og økiskvotur. Hann heldur, at millum annað atfinningarnar hjá Johnny í Grótinum um hetta eru heldur løgnar. Fiskimálaráðharrin fegnast tó um orðaskiftið og vónar, at fokus sum frá líður verður flutt aftur á yvirskipaðu málini.
– Ájú, eg hevði væntað eitt hvast orðaskifti frá fyrsta sekundi eftir almannakunngerðina av uppskotinum til fisikvinnunýskipan. Á onkrum øki hevði eg kanska væntað enn harðari viðferð, enn uppskotið hevur fingið higartil. Men vit skulu hava eitt orðaskifti um hetta, so tað er bara gott, at kjakið gongur.
Tað sigur Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sum saman við hinum báðum floksformonnunum í samgonguni legði fram uppskotið til fiskivinnunýskipan á tíðindafundi í Tinganesi mánadagin.

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevði væntað ógvusligar atfinningar ímóti uppskotinum til fiskivinnunýskipan, sum varð lagt fram mánadagin, men hann hevði ikki væntað, at so nógv fokus fór at verða á antitrust.
Valdmiklar fyritøkur
Men Høgni Hoydal undrast tó á, at serliga ásetingarnar um antitrust fóru at vera so nógv í fokus, og hann undrast serliga á atfinningarnar hjá Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingi, í útvarpstíðindunum. Johnny í Grótinum var formaður í nýskipanarnevndini, sum gjørdi tilmæli til fiskimálaráðharran um nýggja fiskivinnuskipan.
Í útvarpstíðindunum hevur hann millum annað víst á, at ongi búskaparfaklig argument eru fyri at avmarka støddina á føroysku fiskivinnufyritøkunum, tí tær eru so lítlar í altjóða høpi, og at tað bara kunnu vera politisk argument fyri antitrust við tí endamáli at verja politisku skipanina.
– Fyri tað fyrsta, so er tað beinleiðis skeivt, at tær føroysku fiskivinnufyritøkurnar í veiðiliðnum – altso í atgongd til at fiska kvotur – eru so smáar í altjóða høpi. Tær eru líka stórar og størri enn nógvar fiskivinnufyritøkur í londunum rundan um okkum. Men tað, sum hevur týdning her, er, at tær í mun til okkara búskap eru lutfalsliga so nógv størri enn nøkur amerikansk fyritøka er, ella til dømis Den Danske Bank og A. P. Møller eru í Danmark.
– Tí hava hesar fiskivinnufyritøkur almikið vald í Føroyum, og vit ynskja at seta mørk fyri, hvussu stórt hetta valdið kann blíva. Tað kann væl vera, at tað er eitt politiskt og ikki eitt vinnuligt ella búskaparligt argument. Men hyggja vit so at tí búskaparliga, hvør sigur so, at tað verður meira virðisøking og best búskaparligt skynsemi, um vit hava tríggjar-fýra fiskivinnufyritøkur heldur enn átta-níggju? Tað havi eg ongi argument fingið fyri, sigur Høgni Hoydal.
Átta-níggju fyritøkur
Hann vísir á, at fiskivinnunýskipanarnevndin, sum Johnny í Grótinum var formaður fyri, sambært arbeiðssetinginum skuldi koma við einum tilmæli um lóggávu, har antitrustreglur vóru ein partur.
– Í tilmælinum siga tey, at antitrust skal vera, men hava onki boð upp á hvussu. Tá tað so kemur eitt boð, so verður sagt, at tað er ov tepurt. Markið í okkara uppskoti er, at ein einstøk fyritøka í mesta lagi kann eiga 12 prosent av rættindunum til alt tað føroyska fiskatilfeingið. Tað merkir, at átta-níggju fyritøkur kunnu seta seg á alt, um alt verður miðsavnað. Er tað ov tepurt til eitt tilfeingi á tilsamans meira enn 700.000 tons, sum vit hava at fiska í ár? Eg havi øgiliga ringt við at síggja tað fakliga grundarlagið fyri at siga tað, sigur Høgni Hoydal.
Málið aftur í fokus
Hoyringstíðin endar 27. mars, og fiskimálaráðharrin vónar, at tað fer at bera til at beina miskkiljingarnar av vegnum, fáa eitt gott kjak um ymisku tættirnar í uppskotinum, og ikki minni fáa fokus aftur á yvirskipaðu málini við fiskivinnunýskipanini.
– Tá ávís viðurskifti koma fram og fáa nógva rúmd, sum til dømis antitrust, so er skjótt at missa fokus á, hvat øll fiskivinnunýskipanin í veruleikanum snýr seg um – at tilfeingið er fólksins ogn og ikki verður privatiserað, at fáa burðardygga fiskiveiðu, at fáa mest møguliga virðisøking, at tilfeingisrentan kemur til felagsskapin, at ræðið er á føroyskum hondum, umframt tær samfelagsligu treytirnar, sum vit seta til tess at fáa grundarlag fyri virðisøking í Føroyum. Hetta mugu vit fáa fokus á. Og so er tað sjálv útlutingin, sum byggir á tað, at vit bæði hava eina skipan, har teir verandi kunnu leingja síni rættindi móti tilfeingisgjaldi, og har vit so bjóða tað nýggja út.
– Hatta eru í veruleikanum høvuðstættirnir í nýskipanaruppskotinum. Men teir hava lyndi at detta burtur ímillum, tí onkur ávísur partur verður blástur upp. Men soleiðis verður tað ofta í einum orðaskifti, staðfestir Høgni Hoydal.
Hann ávarar tó ímóti, at nakar letur seg ræða av øllum dómadagsprofetiunum.
– Tær hoyrdu vit jú eisini, tá fiskiskapurin fyri 2016 skuldi skipast, og uppboðssølan var ein partur. Tá róptu tey mest mælsku um heimsins undirgang, og at deyðin stóð í durinum. Men tað hevur valla nakrantíð gingið so væl í uppsjóvarvinnuni, sum júst í 2016, sigur fiskimálaráðharrin.