Revsivert ikki at brúka føroyskar sáttmálar

Í dag var viðgerð um broyting í løgtingslóg, sum hevði til endamáls at áseta revsing móti reiðarum, sum ikki gjalda manningum løn eftir føroyskum sáttmálum. Fólkaflokkurin var harliga ímóti broytingini. 

Fyrsta mál á dagskránni fyri tingfundin í dag var atkvøðugreiðsla, um at fáa mál aftur í tingið, sum fall burtur, tá ið tingsetan var liðug í fjør. Uppskotið varð atkvøtt aftur í tingið, og sostatt var onnur viðgerð av uppskotinum í dag.

Uppskotið snýr seg nágreiniliga um, at tað skal verða revsivert, um manningar á føroyskum skipum ikki verða løntar eftir føroyskum sáttmálum. Tað er sambært lógini um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum krav, at skip undir føroyskum flaggi, skulu lønast eftir føroyskum sáttmálum. Um broytingin, sum var til viðgerðar í dag, verður samtykt við 3. viðgerð, verður revsingin fyri ikki at halda føroyskar manningarsáttmálar sekt ella fongsul í upp til tvey ár.

Fólkaflokkurin var harliga ímóti uppskotinum, sum umboðini fyri flokkin søgdu, var at blanda seg upp í samráðingar á arbeiðsmarknaðinum. Fólkaflokkurin segði eisini, at tað fór at føra til minni hýru hjá manningunum, um uppskotið varð samtykt. Sum heild var viðgerðin av málinum merkt av, at Fólkaflokkurin legði eftir Høgna Hoydal við atfinningum um fiskivinnumál, ið onki høvdu við málið til viðgerðar at gera.

Samgongulimir søgdu, at viðgerðin einans snúði seg um, at revsiheimild skuldi gerast fyri at bróta eina lóg, sum longu var í gildi. Tað er nevnliga longu ólógligt hjá skipum undir føroyskum flaggi at løna manningum eftir øðrum enn føroyskum manningarsáttmálum.