Ringrás bjóðar til filmssýningar

Umhvørfelagsskapurin Ringrás hevur verið virkin síðan september í fjør. Uppgávurnar hjá felagsskapinum eru fjølbroyttar, og nú fara tey at vísa fram filmar í Sirkusi í Havn. Fjúrtandi hevur tosað við Ingmar Valdemarson á Løgmansbø úr Ringrás.

Felagsskapurin hevur m.a. ruddað ymsastaðni í landinum og tikið myndir og filmar at vísa, at eisini Føroyar eru merktar av dálking. Ringrás hevur mótmælt nýggju útbjóðingunum av oljuloyvum, og nú fara tey at vísa filmar í Sirkus aðruhvørja viku. Í fjør stuðlaði Tórshavnar kommuna felagsskapinum peningaliga, og í ár vunnu tey Grønu gávuna, sum Etika letur á hvørjum ári.

Endamálið við filmssýningunum er at birta upp undir kjak um og vekja áhuga í viðkomandi náttúru- og umhvørvismálum:

– Filmskvøldini hava til endamáls at birta upp undir kjak um og vekja áhuga í viðkomandi náttúru- og umhvørvismálum og samfelagviðurskiftum, sum eru alneyðug at viðgera og taka støðu til sum borgarar í hesi tíð, ið er merkt av umfatandi og áhaldandi náttúrutýning umvegis veðurlagsbroytingar, dálking, oyðsl og ovurnýtslu, sigur Ingmar Valdemarson á Løgmansbø.

– Samanumtikið er vónin at varpa ljós á, at okkara verandi samfelagsskipan og hartilhoyrandi liviháttur á mangan hátt eru í andsøgn við okkara veruliga tørv sum menniskju í bólki og sum einstaklingar, samstundis høvuðseyðkenni hjá samfelagsskipanini, nevniliga óendaliga tráanin eftir stuttskygdum búskaparligum vøkstri í einari vistskipan við avmarkaðum burðarevnum, beinleiðis máar burtur av lívsgrundarlagnum, sum ger tilveru og samfelag okkara gjørligt og innihaldsríkt.

Ingmar Valdemarson á Løgmansbø vísir á, at hesi ringumárin eru í flestu førum knýtt at okkara livihátti og teimum kørmunum, sum samfelagsskipanin veitir.

– Tí er tað týdningarmikið at kunna almenningin um hesi viðurskifti og vísa á, hvørjir aðrir møguleikar eru, og hvussu vit kunnu liva øðrvísi saman til gagns fyri náttúruna og okkum sjálv. Í veruleikan er ongin skilnaður í millum hesi, og tað er tað, vit vilja kunna um.

Ringrás fer at vísa fram filmar aðruhvørja viku í Sirkusi.

– Vit hava valt eitt spennandi, áhugavert og viðkomandi úrval av dokumentarum burtur úr mongdini, sum vit aðruhvørja viku fara at sýna við skiftandi denti á ávikavist trupulleikar og loysnir. Á tann hátt fáa hyggjararnir vónandi eina sunna filmsjavnvág millum ørkymlandi veruleikar og hugvekjandi og vónbirtandi møguleikar.

Fyrsti filmurin er týsdagin 8. august kl. 19. Filmurin, ið verður sýndur, eitur “The Age of Stupid”. Í dokumentar-/dramafilminum “The Age Of Stupid” fylgja vit Oscar-tilnevnda sjónleikaranum Pete Postlethwaite, sum hevur leiklut sum síðsta menniskja á jørðini í árinum 2055. Í filminum hyggur Pete eftir sjey veruligum dokumentarum av fólki í okkara tíð, sum merkja árinini av veðurlagsbroytingum, og spyr hyggjaran: “hví forðaðu vit ikki allheimsupphitingini, tá ið vit kundu?”.