Brasilianski fótbóltsúrmælingurin, Ronaldinho, hevur alment boðað frá, at hann stuðlar høgravíðgongda flokkinum Partido Social Cristao, ið serliga ger um seg við stríði sínum móti javnrættindum hjá kvinnum, samkyndum og átrúnarligum minnilutum.
Brandar Heðinsson hevur skrivað,
Forsetaval skal vera í suðuramerikanska stórveldinum, Brasil, í 2018. Forsetavalið er merkt av, at fyrrverandi javnaðarforsetin, Dilma Rousseff, var ákærd fyri mutur og koyrd úr forsetasessinum. Tað var helst høgra andstøðan í førdi stríðið ímóti Rousseff. Hetta hevur somuleiðis givið høgravonginum ein óvæntaðan framburð í veljarakanningum í tí annars søguliga vinstravenda heimspartinum.
Ronaldinho og Bolsonaro
Ronaldinho, ið serliga skaraði framúr í síni tíð í F.C Barcelona, stuðlar víðgongda høgravenda valevninum, Jair Bolsonaro. Bolsonaro er serliga kendur fyri ógvusligu útsagnir sínar móti kvinnum og samkyndum. Millum annað svarar hann sosialistiskum kvinnum, ið harta tær mongu neyðtøkurnar av kvinnuligum fangum undir einaveldiðstíðini, at tær ikki eru verdar at neyðtaka. Tær eru sambært honum grenj, grussur og gívrar.
Umframt at vera hart ímóti flóttafólkum, samkyndum og fyri deyðarevsing, ynskir Bolsonaro at geva brasilianska herðinum víðfevndar heimildir at nýta vald móti lóggevandi og dømandi valdinum og at nýta vald móti mótmælisfólki.
Bolsonaro var hernaðarkapteinur undir einaveldistíðini og greið drøg av fasismuni síggjast aftur í boðskapi hansara.
Ronaldinho upp í politikk
Ronaldinho er sæddur saman við Bolsonaro fleiri ferðir, og prát hevur verið um,at Ronaldinho skal skifta fótbóltskarieruna út við eina politiska lívsleið – hetta er tó bert óváttaðar gitingar.
Flokkurin boðaði um jóltíðir miðlum frá, at ongin avtala er gjørd millum Ronaldinho og flokkin um uppstilling til brasilska tjóðartingi, men at tey vóna, at hann tekur avger um at stilla upp.
Bolsonoro fær góða undirtøku í veljarakanningum. Hann stendur til at fáa 19% av atkvøðunum, um val var í dag, og tað er næststørsta undirtøkan ímillum veljarar.