Royna at fáa føroyskan limaskap víðari viðgjørdan

Pauli Trónd Petersen, sum er á norðurlandaráðsfundi, sigur við Fjúrtanda, at málið um føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum helst fellur burtur, men at føroysku umboðini hava lagt semingsuppskot fram um at halda fram at viðgerða málið. 

Um eitt lítið bil verður uppskotið um føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum viðgjørt. Formansskapurin hevur mælt til, at uppskotið ikki verður viðgjørt meira. Donsku umboðini vilja eftir øllum at døma ikki, at føroyingar fáa fullgildan limaskap í ráðnum.

– Sum tað sær út nú, verður limaskapurin helst fellur til atkvøðugreiðsluna, men vit hava lagt semingsuppskot fram um framhaldandi dialog. Tað er formansskapuri  í felagsskapinum, ið mælir til at uppskotið fellur burtur, sigur Pauli Trond Petersen í stuttari viðmerking.

Pauli Trond Petersen, løgtingslimur fyri Tjóðveldi, var júst staddur í salinum, har ráðið hevur fund, tá ið Fjúrtandi fekk fatur á honum. Hann segði, at uppskotið verður viðgjørt hvørja løtu, men váttaði fyri Fjúrtanda, at sum tað sær út nú, fellur uppskotið burtur. Hann váttaði eisini, at tað serliga eru donsku umboðini, ið nokta føroyingum limaskap.

Í gjár visti Portal.fo at siga, at Poul Michelsen, sum er norðurlendskur samstarvsráðharri í Føroyum, ikki er á norðurlandaráðsfundi. Høgni Hoydal hevur útsett sína heimferð við tí fyri eyga at reka fyri føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum.

Tað er ímóti uttanríkispolitisku lógini, at føroyingar kunnu fáa limaskap í nøkrum altjóða felagsskapi, har Danmarkar ríki longu er limur. Eins og Fjúrtandi skrivaði í gjár, heldur Norðurlandaráðið seg ikki kunna byrja samráðingar við Føroyar, um hvussu spurningurin um føroyskan limaskap skal loysast ímillum Danmark og Føroyar. Danmark vil ikki, at Føroyar fáa fullgildan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Til ber at fylgja orðaskiftinum á Norðurlandaráðnum beinleiðis her