Ruddingardagur í Trongisvágsbotni

27. mai skipar Ringrás fyri ruddingardegi á Trongisvágsbotni. Felagið heitir á øll áhugaði um at koma við.

Í tíðindaskrivi boðar Ringrás frá, at ruddingartiltakið, sum skuldi vera 22. apríl, verður 27. mai.

Ringrás skipar fyri tiltakinum saman við áhugabólkinum Rudda Trongisvágsbotn, Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, Tvøroyrar kommunu, IRF, MRCC, Vónini, men boðar frá, at tiltakið einans ber til, um luttøkan verður stór.

Luttakarir fáa matpakkar frá Tvøroyrar Kommunu, og Ringrás lovar eina “serstaka uppliving”, “sum verður merkt av samanhaldi, áræði og bragdarhugi.”

Tey, ið hava áhuga fyri tiltakinum, kunnu kanna tað nærri á Facebook síðuni fyri tiltakinum her.