Samgongan í Tvøroyrar býráði er slitnað, eftir at Kristina Roest hevur mannað nýggja samgongu saman við Javnaðarflokkinum.
Tað var veruligur dramatikkur, tá ið býráðsval hevði verið á Tvøroyri seinast. Anita Viberg, sum varð vald á Borgaralistanum, skipaði at enda samgongu saman við Kommunulistanum, sum Kristin Michelsen hevði stovnað til býráðsvalið.
Men stutt eftir, at val hevði verið, boðaði Kristina Roest, sum var vald á Kommunulistanum, frá, at hon tók seg úr samgonguni, tí hon ikki kundi góðtaka arbeiðslagið í samgonguni. Nú hevur Kristina Roest boðað javnaðarlistanum, har Bjarni Hammer millum annað er valdur, frá, at hon vil skipa samgongu við teimum.
Í útvarpstíðindunum hjá KVF varð sagt, at nýggja samgongan hevur vilja fingið nevndarval á skrá í morgin, men at tey hava fingið noktandi svar. Hinvegin kann kanska roknast við, at nevndarval kortini verður, um nýggi meirilutin í býráðnum krevur tað.
Nýggja støðan hevur við sær, at Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyri, nú er partur av minnilutanum í býráðnum. Tað margháttliga er, at tað er Javnaðarflokkurin, sum hann er valdur á ting fyri, men sum hann sjálvur ikki stillaði upp fyri til býráðsvalið, sum hevur sett sín tingmann í minniluta á Tvøroyri.