Rúsdrekkapolitikkur lagdur fram

Í morgun legði Sirið Stenberg frágreiðing um rúsdrekkapolitikk fram. Hon legði dent á trý øki, ið hon serliga helt vera týdningarmikil í arbeiðinum at steðga rúsdrekkamisnýtslu. Í næstu viku verður aðalorðaskifti um rúsdrekkapolitikk landsins. 

– Yvirskipaða málið við rúsdrekka- og rúsevnapolitikkinum er at minka um skaðiligu árinini, sum rúsdrekka- og rúsevnanýtsla hava fyri hin einstaka; fyri næstingar og samfelagið. Hendan orðing er almenn og samsvarar við endamálsorðingina í rúsdrekkalógini.

Tað stendur í frágreiðingini, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum legði fram í morgun.

– Tvørfakligt og tvørgreinaligt samstarv er neyðugt, um skal tað eydnast okkum at gera nakað munagott á rúsdrekka- og rúsevnaøkinum. Hetta bæði í mun til fyribyrging og í mun til viðgerð, segði Sirið Stenberg millum annað í morgun.
Hon vísti á, at tað eru fleiri grundir til, at fólk fara at drekka, og at semja er um, at bæði arvaeginleikar, umhvørvi, sosialstøða og sálarligar avbjóðingar kunnu vera grundir til rúsdrekkamisnýtslu, og at tað tí er torført at finna eina heildarloysn til tess at hjálpa fólki við rúsdrekkatrupulleikum.

Í 2015 legði fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum, Karsten Hansen 28 tilmæli um átøk á rúsdrekkaøkinum fram. Sirið Stenberg segði í morgun, at hon serliga vildi leggja dent á trý tilmæli, og tey vóru:

  • Fyribyrging í breiðum høpi, herundir Rúsdrekkasølan.
  • Rúsevni og stríðið fyri einum rúsevnafríum Føroyum. Kjakið um at basa rúsevnatrupulleikanum og árinunum av hesum er av álvara kyknað. Fleiri átøk er í umbúna og mugu setast í verk.
  • Viðgerð. Ein trygg og dygdargóð viðgerð er lívsneyðug fyri at lofta teimum, ið eru farin út av eggini ella eru komin út á eggina. Samstundis er peningur settur av á fíggjarlógini fyri 2017 til tvey viðgerðartilboð fyri ung.

Aðalorðaskifti um rúsdrekkapolitikk landsins  verður í løgtinginum hósdagin 26. oktobur.