Sálarheilsan uppraðfestast

Emil Hermansen formaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag legði fram uppskot um, at sálarheilsa í breiðum týdningi verður uppraðfest

Orsøkin til hetta uppskot er, at tað kemur ofta fyri, at fólk við øðrum trupulleikum, enn teir sum eru nevndir í kunngerð at heimila fólki at fara til privatpraksiserandi sálarfrøðing, onga hjálp fáa. Tað er sera long bíðitíð og torført at koma framat á psykiatriska deplinum. Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag ynskir, at samfelagið javnmetir tørvin á sálarfrøðiligari viðgerð við tørvin á vanligar heilsuviðgerð.

Sirið Stenberg helt tað samsvaraði væl við tað sum heilsumálaráðið arbeiðir við. Fólkaheilsuráðið hevur gjørt nakað við sálarheilsu, m.a. við tiltakinum “Tað er OK ikki at vera OK”. Sirið Stenberg metti, at tað nú eru fleiri sum koma í viðgerð, og tey koma í viðgerð skjótari enn tey gjørdu fyrr. Hon helt, at hetta uppskotið hóskar væl við tað sum heildarpsykiatrin arbeiðir við.

Annika Hoydal vísti á, at tað eru nógv fólk fara til lækna við trupulleikum, men fáa onga ávísing til sálarfrøðing, men einans eydnubollar. Heldur eigur dentur at verða lagdur á at fáa fólk frísk.

Emil Hermansen endaði orðaskifti við at vísa á, at uppskotið leggur seg ikki eftir einstøkum tiltøkum. Heldur er uppskotið um sálarheilsu breitt, og snýr seg um at hava sálarheilsu í huga alla tíðina, eisini á løgtingi og úti í Tinganesi.

Uppskotið varð einmælt samtykt.