Sálarlig heilsa á Breddan í Klaksvík

Klaksvíkar kommuna tekur lut í verkætlanini “ABC fyri sálarliga heilsu”, sum Fólkaheilsuráðið stílar fyri. 

Tíðindaskriv frá Klaksvíkar kommunu,  

Sálarheilsa er grundleggjandi partur av okkara trivnaði, og hesum eru vit við til at taka ábyrgd av, við at vera við í verkætlanini, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndum býráðsins.

Í dag er altjóða sálarheilsudagur, og í hesum sambandi verður nógv ljós varpað á týdningin av sálarheilsu í samfelagnum. Hetta er eitt evni, sum eisini verður sett enn meiri á breddan í Klaksvíkar kommunu komandi tíðina í samband við verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum.

– Talan er um eina verkætlan hjá Fólkaheilsuráðnum, har okkara leiklutur sum kommuna og samstarvsfelagi er at menna og seta okkara dám á verkætlanina, soleiðis at hon verður tillagað eftir tørvinum í nærumhvørvinum, greiðir Beinta Klakstein frá.

Anja M. Olsen er cand.pæd. og starvast sum námsfrøðiligur ráðgevi í Klaksvíkar kommunu. Hon umboðar kommununa í verkætlanini, sum varpar ljós á sálarheilsu í breiðasta týdningi, og í løtuni verður kannað, hvussu verkætlanin ítøkiliga skal fremjast í Klaksvíkar kommunu.

– Sálarheilsa kann vera so nógv ymisk ting, og møguleikarnir eru óendaligir í mun til, hvat vit kunnu leggja dent á og hvussu tað kann gerast. Í fyrstu atløgu leggja vit dent á at arbeiða miðvíst fyri, at sálarheilsa verður ein náttúrligur partur av okkara tonkum, tá ið vit eru um hvønn annan í gerandisdegnum, og tað kann gerast uppá nógvar ymiskar mátar, sigur Anja M. Olsen.

Meira kunning um verkætlanina “ABC fyri sálarliga heilsu” er tøk á heimasíðuni www.folkaheilsa.fo, og har ber somuleiðis til at lesa um aðrar samstarvandi partar í verkætlanini í Føroyum.