Í dag 11. juni verður hugfarsligi og fryntligi urtagarðsmaðurin í Kirkjubø, Sámal Patursson, 100 ár. Okkum vitandi er hetta fyrsta fólk í Kirkjubø, sum røkkur henda høga aldur, og dagurin er tískil søguligur.
Sámal er føddur 11. juni 1917. Foreldrini vóru Frederikka, f. Samuelsen (1887-1973) og Gazet Patursson (1879-1970), bæði úr Kirkjubø. Gazet hevði lært urtagarðsbrúk á Landbohøjskolen í Danmark og Frederikka hevði somuleiðis verið í Danmark í fleiri ár, fyrst á háskúla og síðan havt húspláss.
Sámal og systkin hansara høvdu ein virknan lut í arbeiðinum, saman við foreldrunum, at byggja tann stóra urtagarðin hjá Gazet í Kirkjubø, sum við tíðini varð umleið 5.000 fermetrar til víddar. Gazet bygdi tvey vakstrarhús í urtagarðinum. Tað størra varð mest nýtt til at dyrka rósur. Hitt varð brúkt til ymiskan vøkstur, umfram tað, sum skuldi sáast, áðrenn tað varð sett út í garðin.
Alt lendið skuldi fyrst gerast klárt til urtagarðsbrúk, nógv grót skuldi ruddast og garðar laðast, lendi skuldi veltast og búgvast til dyrkingar við beðum, kantum og gøtum, og runnar og trø vórðu plantað, so alt varð til eina vakra og nýtiliga heild. Hetta var ikki løtuverk.
Sámal og Elisabeth giftust í 1953, og tey bygdu uppí húsini hjá foreldrum hansara og fluttu inn har. Børnini eru Rasmus (1954), Fríða (1956) og Svein (1958).
Í 1959 fingu Sámal og Elisabeth eina trøð inni í Dølum burtur av festinum hjá foreldrum hansara. Trøðin varð løgd inn, og har velti Sámal fyrstu árini eplir og røtur til egið brúk og til sølu. Sum árini liðu varð øll trøðin velt, við tí høvuðsendamáli at dyrka grønmeti. Fyrstu tíðina varð pløgt við rossi, men seinni varð traktorur útvegaður, og hetta var eitt stórt framstig.
Sámal og Elisabeth hava verið undangongufólk, tá tað hevur snúð seg um at menna og varðveita samstarvið og sambandið millum báðar bygdirnar í sóknini, Kirkjubø og Velbastað. Tey hava verið dyggir stuðlar bæði tá tað hevur snúð seg um kirkjuligt virksemi í sóknini, og tá tað hevur snúð seg um felagslívið í ungmannafelagnum Sólarmagni. Altíð vóru tey fús at stuðla og trúgv at møta, tá ið tiltøk vórðu fyriskipað, og eftir at kirkjan í Kirkjubø varð umvæld og tikin í nýtslu aftur í 1967, syrgdi Sámal fyri, at tað altíð vóru frískar føroyskar blómur á altarinum til hvørja gudstænastu.
Eisini hava Sámal og Elisabeth verið trúgvir stuðlar hjá KFUM og KFUK, og teimum dámdu væl at vitja hesar felagsskapir. M.a. stuðlaðu tey við at lata rabarbukøku til eydnuhjólið, sum feløgini skipa fyri í KFUM hvørja ólavsøku.
Fyri nøkrum árum síðan gjørdi Sigga Rasmussen eina sjónvarpssending um virksemið í urtagarðinum hjá Sámali og Elisabeth í Kirkjubø. Í hesi sending kom til sjóndar tað mentanarliga tilvit, sum hjúnini bæði við lív og sál løgdu í sítt dagliga starv, eitt nú við at fara væl um náttúruna og at nýta tey náttúrugivnu evnini í teirri dagligu framleiðsluni.
Eisini framgekk, at bæði Sámal og Elisabeth vóru tilvitað um at liva heilsugott, bæði tá ið tað snúði seg um mat og rørslu. Um Sámal verður sagt, at hann ongantíð hevur roykt, og tað sterkasta, hann nakrantíð hevur drukkið, er veikt te, serliga urtate og mjólkarvatn. Hvønn dag eftir døgurða fekk hann sær ein lítlan lúr.
Best hevur honum dámað soltnan mat, serliga fisk og grønmeti, og summarhálvuna hevði hann altíð okkurt grønmeti við úr urtagarðinum at hava aftur við døgurðanum. Persilla var altíð á borðinum, og umframt at hava epli, røtur og gularøtur alt árið, hevði hann um veturin grønkál, sum kundi standa úti uttan mun til árstíð. Eisini tók hann ymisk sløg av tara, sum hann turkaði og hevði til matna.
Sámal hevur heilt upp at ellisárum fingist við tað sama. Hann hevur velt grønmeti og eplir. Hann setti niður seinastu ferð, tá ið hann var 94. Tá hevði hann stav at styðja seg við.
Sámal og Elisabeth fluttu fyri seks árum síðan inn í sambýlið í Mattalág í Havn, har tey hava trivist sera væl.
Hóast heilsan nú er farin at bila, kunnu tey bæði Sámal og Elisabeth framvegis fegnast um lívið og hvønn annan á ellisárum, og tey eru takksom fyri vitjanir av familju, børnum, barnabørnum og nú eisini av langabba- og langommubørnum.
Føðingardagurin verður hildin í hølunum hjá Odd Fellow við Grønlandsvegin 56 í dag millum kl. 15 og 18, har fólk eru væl komin at støkka inn á gólvið og heilsa upp á føðingardagsbarnið.
Vit ynskja Sámali og familjuni til lukku við 100 ára degnum hjá Sámali, og ynskja teimum eydnu og góða samveru í tíð, sum kemur.
John Dalsgarð