Saman kring landið alt

Floksting Tjóðveldis 2018 verður í Tekniska skúla í Klaksvík fríggjadagin 6. og leygardagin 7. apríl. Skráin kann lesast her:

Fríggjadagur 6.apríl
19.00   Petur í Gong, aðalstjórnarformaður setur flokstingið
19.15   Mentunarlig framførsla – Steintór Rasmussen
19.30   Tingið skipar seg við tingformanni, tingskrivara  og  yvirlýsingartoymi
19.45   Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar
20.15   Umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla
21.15   Val av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum

Leygardagin 7. apríl
08.30  Morgunmatur
09.30  Formansfrágreiðing, Høgni Hoydal floksformaður
10.15  Politiskt orðaskifti um formansfrágreiðing og politisku mál floksins
12.00  Matarsteðgur
13.15  Gestarøðari: Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri Íslands
13.45  Innlegg: ting og landsstýrisfólk floksins
14.45  Innlegg: Steingrímur J. Sigfússon, forseti Altingsins
15.00   Steðgur
15.30   Politiskt orðaskifti framhald
17.00   Frágreiðing frá Unga Tjóðveldið
17.30   Yvirlýsing
19.30   Tjóðveldisveitsla