Sambinding er tiltak, har útlendingar og føroyingar hittast, við tí endamáli at skilja hvønn annan betur. Í kvøld klokkan 19 verður Sambinding á skúlanum á Giljanesi.
Á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni stendur, at 1078 fólk, sum koma úr øðrum londum enn Norðanlondum, búgva í Føroyum. Fyri at hjálpa hesum útlendingum at trívast hevur Reyði Krossur skipað fyri tiltøkum kring landið undir heitinum: “Sambinding.” Tiltakið hevur til endamáls at savna føroyingar og útlendingar í sama rúmi.
Í kvøld verður eitt tílíkt tiltak í skúlanum á Giljanesi. Vága kommuna skrivar á heimasíðu síni, at oman fyri 100 uttan úr heimi, búgva í Vágum. Kommunan skrivar eisini, at tiltakið verður skipað við kunning, práti og kaffi.
Borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen bjóðar vælkomin, áðrenn Erika Hayifeld hevur fyrilestur um at vera útlendingur í Føroyum. Fyrilesturin snýr seg um avbjóðingarnar, sum eru, tá ið mentanir renna saman.