Samgongan fremur arbeiðskrevjandi tiltak

 

Løgtingið samtykti fyri kortum uppskot um arbeiðsfremjandi tiltak, soleiðis at fólk í tillagaðum starvi kunnu fáa lønarískoyti.

Uppskot um lønarískoyti til tillagað starv var júst samtykt í aðru viðgerð í løgtinginum. Uppskotið hjá samgonguni hevur við sær, at lønarískoytið hækkar, soleiðis at persónur í tillagaðum starvi kann fáa hægri ískoyti.

Endamálið við uppskotinum er at hækka inntøkuna hjá persónum í tillagaðum starvi, sum við verandi skipan hava eina inntøku, ið er lægri enn sáttmálaløn.

Mátin at rokna ískoytið broytist við uppskotinum soleiðis, at ískoytið ikki longur er treytað av, um lønin frá arbeiðsgevaranum hækkar. Verandi skipan hevur verið soleiðis, at ískoytið lækkar, um lønin frá arbeiðsgevaranum hækkar.

Í uppskotinum stendur, at “frameftir verður samlaða inntøkan ikki ávirkað av løn frá arbeiðsgevara. Persónurin fær løn frá arbeiðsgevara, og lønarískoytið verður veitt upp til sáttmálaløn – tó kann lønarískoytið í mesta lagi vera 22.000 kr. um mánaðin umframt frítíðarløn og arbeiðsmarknaðargjøld.”

Uppskotið fer til 3. viðgerð mikudagin.