Samgongan lættir um hjá íverksetarum

Landsstýrisfólkini í fíggjar- og vinnumálum hava saman gjørt av at broyta kunngerð, soleiðis at íverksetarafeløg ikki skulu senda roknskapin inn í XBRL-sniði. 

Í tíðindaskrivi frá fíggjarmálaráðnum verður boðað frá, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í vinnumálum, ið vara av TAKS og Skráseting Føroya, hava broytt kunngerðir soleiðis, at íverksetarafeløg ikki skulu senda roknskapin inn í XBRL-sniði. Hetta verður gjørt fyri at lætta enn meira um hjá íverksetarum.

Samgongan broytti lógina fyrr í setuni, soleiðis at íverksetarafeløg vórðu gjørd. Íverksetarafeløg eru serlig feløg, ið til ber at stovna við kapitali á eina krónu. Tey eru ætlað íverksetarum, ið ikki hava kapital at stovna feløg, soleiðis at tað verður lættari at gerast vinnurekandi.

Í tíðindaskrivinum frá fíggjarmálaráðnum stendur:

“Í desember 2013 samtykti Løgtingið broytingar í skattalógini og ársroknskaparlógini, ið høvdu til endamáls, at áseta, at samskifti millum virkir og tað almenna skuldi verða talgilt. Í viðmerkingunum varð sagt, at samskiftast skuldi í XBRL-sniði.

Kravið um nýggja talgilda sniðið er liður í at gera samskifti millum feløg og TAKS og Skráseting Føroya meira framkomið og talgilt. Feløg fáa eisini frameftir bert eitt stað hjá tí almenna at senda teirra roknskaparupplýsingar til. Summi grannalond okkara hava sett líknandi krøv í verk og onnur arbeiða við at gera tað. Hetta fer eitt nú tryggja betri góðsku, minni inntøppingararbeiði, betri hagtalsgrundarlag og minka umsitingina yvir tíð. Í fyrsta umfari krevur hetta tó, at feløg skulu gera umleggingar av tí mátanum, ið roknskapir verða innlatnir.”

Fyri at lætta um hjá íverksetarafeløgum sleppa tey nú undan hesum kravi.