Samgongufundur í dag

Í dag er samgongufundur um fiskivinnunýskipanina. Partar av Javnaðarflokkinum hava trupult við at halda samgonguskjalið. 

Eitt av aðalmálunum hjá samgonguni hevur verið at seta nýggja fiskivinnunýskipan í verk. Men politiska støðan seinastu dagarnar hevur verið merkt av, at samgongan ikki hevur fulla undirtøku fyri hesi týdningarmiklu nýskipan. Tað hevur verið trupult hjá ávísum tingfólkum at standa ímóti trýstinum frá vinnuni og halda seg til samgonguskjalið. Kristin Michelsen og Bjarni Hammer vilja ikki taka undir við nýskipanini, og í gjár fór Jónleif Johannesen í part við suðuroyartingmonnunum.

Løgmaður viðgekk sambært in.fo sjálvur í gjár, at um semja ikki fanst um nýskipanina, var Javnaðarflokkurin ikki stjórnarberandi. Tí má sigast, at komandi dagarnir eru rættiliga avgerandi, ikki bara fyri nýskipanina, men fyri sjálva samgonguna.

Ímeðan Tjóðveldi og Framsókn hava verið trúgv ímóti samgonguskjalinum, hevur tað ikki hilnast eins væl hjá Javnaðarflokkinum. Løgmaður hevur sjálvur viðgingið, at tað er ein keðilig støða at vera í, at hansara egni flokkur er í tvíningum. Bólturin liggur bara hjá løgmanni at loysa, tí ikki kann sigast annað enn, at nýskipanin er vorðin flutt almikið ímóti tí, sum suðuroyartingmenninir vilja. Uppboðsøluparturin er minkaður nógv, og tað er anti-trust parturin eisini. Uppboðsølan, sum allir samgonguflokkarnir hildu skuldi gerast grundarlagið undir fiskivinnuni yvir nøkur ár, verður tað ikki.

Sum skilst, er samgongufundurin í dag ikki endaliga avgerandi fyri samgongusamstarvið. Men illa ber til at ímynda sær, at samgonguni verður lív lagað, um ikki Javnaðarflokkurin finnur stevið aftur.