Samgongulimir sent skriv til Katalonia

Samgongulimir hava sent tinginum í Katalonia samhugaskriv. Limirnir siga seg stuðla sjálvsavgerðarrættinum. 

Fimtan samgongulimir hava sent skriv til katalonska tingið, har teir stuðla katalonum í at hava fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu støðuna. Tey vísa á, at tey eru í døpurhuga av royndunum at steðga fólkaatkvøðuni, og at tey stuðla rættindum hjá øllum fólkum at hava sjálvsavgerðarrætt.

 

Her sæst skrivið við undirskriftum frá samgongulimum.