Samtykt at byggja havrannsóknarskip

Í dag samtykti løgtingið nærum einmælt eykajáttan til at byggja nýtt havnrannsóknarskip. Økta játtanin er úr 215 mió. kr. upp í 286 mió. kr. Føroyska felagið MEST skal byggja skipið.

Havrannsóknarskipið Magnus Heinason varð bygt í 1978 og hevur leingi verið ótíðarhóskandi.

Á sumri 2011 samtykti Løgtingið at fara undir at byggja nýtt havrannsóknarskip. Gamla samgongan játtaði tó ongantíð neyðuga peningin til at fara í gongd. Á vetri 2015 varð verkætlanin longd til 2020. Settar vórðu til samans 215 mió. kr. av til byggingina av nýggja skipinum.

Í fjør varð arbeiðið boðið út. Tvey av innkomnu tilboðunum lógu hægri, enn verklagslógin heimilaði. Í eftirkanningini av innkomnu tilboðunum varð staðfest, at dýraru tilboðini uppfylla krøvini, sum vórðu sendar, meðan lægsta tilboðið hevði fleiri manglar og broytingar, umframt at útgerð ikki var sambært spesifikatiónunum. Síðani hevur skipasmiðjan við lægsta tilboðnum boðað frá, at tilboðið ikki fer at halda, og at eykaútreiðslurnar hava við sær, at tilboðsprísurin ikki longur stendur við, stendur at lesa í uppskotinum til eykjajáttanina.

Í dag var so eykajáttan á 71 mió. kr. samtyktar, soleiðis at MEST kann fara í gongd við at byggja nýtt skip. Kostnaðurin gjørdist hægri enn upprunaliga mett, tí at landsstýrið hevði ynski um at seta eyka útgerð á skipið, soleiðis at akustiskar botnkanningar kunnu gerast. Útgerðin fevnir um ekkolodd, ið kann gera 3D myndir í sambandi við fiskikanningar, útgerð, ið kann kortleggja havbotnin, og seismiska útgerð, ið kann senda “lágfrekvent” ljóð 50-100 metrar niður í havbotnin. Sostatt er útgerðin neyðug fyri at gera lívfrøðiligar og jarðfrøðiligar fiski- og botnkanningar. At enda er eisini neyðugt at leggja eitt sindur uppfyri til óvæntaðar útreiðslur, stendur at lesa í uppskotinum til eykjajáttanina.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, legði í løgtinginum dent á, at tað hevur stóran týdning fyri eina fiskivinnutjóð sum Føroyar at hava eitt tíðarhóskandi rannsóknarskip.

Hesum tók løgtingið undir við. Eykajáttanin varð samtykt við 28 atkvøðum fyri og einari blonkari til triðju viðgerð, og nú kann arbeiðið at byggja havrannsóknarskipið fara í gongd.