Starvsmannafelagð og fíggjarmálaráðið handaðu í gjár hvør øðrum sáttmálakrøvini til sáttmálasamráðingarnar í heyst. Hetta boðar Starvsmannafelagið frá.
Sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum við landið fer úr gildi 1. oktobur. Starvsmannafelagið hevur bæði lønarkrøv og onnur viðurskifti í sáttmálanum á breddanum. Upprunaliga eru tað limirnir í Starvsmannafelagnum, sum eru komnir við uppskotum til sáttmálakrøv, umvegis síni álitisfólk. Síðan hevur nevndin og umsitingin í felag skipað og lagt krøvini til rættis.
Starvsmannafelagið er fyrsta av feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum fer til samráðingar um sáttmála fyri eitt nýtt tíðarskeið. Fundirnir verða hildnir í hølunum hjá Starvsmannafelagnum.
Fyri Fíggjarmálaráðið samráðast Súsanna Nolsøe, Snorri Fjallbak og Jan Mortensen, lønarstjóri. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum varar av landsins lønarsáttmálum, var eisini við á fyrsta fundinum.
Samráðingartoymið hjá Starvsmannafelagnum er mannað við nevndini hjá Starvsmannafelagnum og Annu Johannesen, nevndarskrivara.
Partarnir hittast aftur mikudagin 6. septembur.