Endalig boð eru nú givin. Seðlarnir koma út á oljukeiini kl 23, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.
Grindin, sum varð hildin til fyrr í dag, liggur nú klár á oljukeiini, til at seðlarnir kunnu koma út. Teir verða býttir út klokkan 23 á oljukeiini. Talan var um 150-200 hval.