Semja í samgonguni um fiskivinnunýskipan

Í dag eru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni í løgtinginum. Fyri løtu síðan spurdi Bill Justinussen, løgtingsmaður Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um semja er í samgonguni um nýggju lógina um vinnuligan fiskiskap. Høgni Hoydal váttar, at semja er í samgonguni um uppskotið.

Tað hava verið ymsar ósemjur í samgonguni um ymsar tættir í uppskotinum til nýggju fiskivinnunýskipanina. Serliga hevur verið kjakast um, hvussu nógv skal á uppboðssølu, um anti-trustreglurnar, og hvørt tað er rætt at fara frá fiskidøgum til kvotur. Semja er í samgonguni um fiskivinnunýskipanina. Hetta váttaði Høgni Hoydal í løgtinginum fyri løtu síðani

Fiskiloyvini ganga út um fýra mánaðir. Áðrenn hetta skal løgtingið samtykkja nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap. Sambært Høgna Hoydal stendur samgongan saman um málið.