Sigurður Pálsson skald farin

Íslendska stórskaldið Sigurður Pálsson er deyður. Hesar tríggjar yrkingarnar við evni úr Føroyum standa í bókini Ljóð námu land 1985.

Føroyadreymur

Droymdi Føroyar
fyrstu ferð
Var kortini ferðaleiðari í dreyminum
Oyggjaskeggjar tóku væl ímóti mær
Nógvur fiskur á havnarlagnum

Farið fleyg eftir havsfløtuni
fossandi ovfarakátu

Sveimaði so upp
Sveimaði upp í bergið

 

Streymoy

Meitilberg og bilur
á tryggari fjaðrandi ferð

Fuglaungin floygdur
frælsur tekur hann døkkgrá veingjatøk

Fuglurin ørandi flúgvandi frælsur
bilurin fylgir alsamt asfaltinum

 

Kemur dagur eftir 13. september

Telefonin ringir ikki
á Hotel Hafnia
í Tórshavn í Føroyum
men syngur!
Og Erlendur Patursson gongur sáttliga
frá gestamóttøkuni
sáttliga við Føroyum í andlitinum
og nærkast
tí náttarmyrku úthurðini

men telefonin syngur ein lagstubba
og tann sum spurt verður eftir er ikki hjá

og nú er Erlendur komin út til dyrnar
tær náttarbláu
náttina fyri fjúrtanda september
nítjan hundrað og áttati og fýra

og dagur kemur eftir hesa nátt
sáttliga
meðan telefonin syngur

 

Turið Sigurðardóttir týddi

Myndina tók Ein­ar Falur Ing­ólfs­son fyri mbl.is