Sinn Féin hevur munin

Formliga uppteljingin av atkvøðunum á írska parlametsvalinum í gjár byrjaði kl. 9 í morgun, tá atkvøðukassarnir vórðu latnir upp. Ein veik ábending er, at írski tjóðskaparflokkurin Sinn Féin enn hevur munin á hinum báðum stóru írsku flokkunum, Fine Gael og Fianna Fáil.

Spenningurin er stórur nú atkvøðurnar frá írska parlamentsvalinum í gjár verða upptaldar. Roknað verður við, at uppteljingin fer at vara í nakrar dagar.

Tríggir teir størstu flokkarnir liggja stavn um stavn, nú ein partur av atkvøðunum er taldur.

Annars vóru útlit til í veljarakanningunum undan valinum, at Sinn Féin fór at vinna valið so syngjandi, meðan hinir báðir stóru flokkarnir, sum hava rátt fyri borgum í Írlandi seinastu mongu valskeiðini, fóru at fáa stóra afturgongd. Men kanska verður tað ikki heilt so.

Tríggir teir størstu floksleiðararnir í Írlandi: Michaél Martin (Fianna Fáil), Leo Varadkar (Fine Gael) og Mary Lou McDonald (Sinn Féin).

Fine Gael og Fianna Fáil hava boðað frá, at teir ikki fara at samstarva við Sinn Féin í einari nýggjari írskari stjórn. Somuleiðis hevur Fianna Fáil boðað frá, at tey ikki fara at samstarva við Fine Gael. Hetta kann fara at gera tað sera trupult at fáa eina meirilutasamgongu í lag í Írlandi nú eftir valið. Tveir aðrir møguleikar hava verið nevndir: nýval ella ein samgonga millum Sinn Féin, Javnaðarflokkin og Tey grønu. Men tað verður hildið at vera rættiliga óhugsandi, at so verður.

Næstu dagarnir fara at vísa, hvussu leikur fer.

jd