Sirið segði ikki ósatt

Joen Magnus Rasmussen vildi hava løgmann at svara fyri, um Sirið Stenberg segði ósatt fyri løgtinginum í samband við spurning frá Jógvani á Lakjuni. Løgmaður staðfestir í svari sínum, at Sirið ikki segði ósatt. 

Í samband við viðgerðina av hjúnarbandslógini, vildi Jógvan á Lakjuni hava vita, um hjúnarbandsmál var yvirtikið málsøki. Serliga var spurningurin settur í samband við, at tað var ivasamt um §14. stk. 2 um signing av borgarliga giftum hjúnum, var føroyskt ella felags málsøki.

Sirið Stenberg svaraði Jógvani, at hjúnarbandsmál var danskt málsøki, og tí heldur tingmaður fólkafloksins, Joen Magnus Rasmussen, at Sirið segði ósatt fyri løgtinginum, um so er at málsøkið kortini er føroyskt málsøki.

Men løgmaður hevur nú svara fólkaflokstingmanninum, at hann ikki metir at Sirið segði ósatt fyri løgtinginum. Í svari sínum sigur løgmaður, at í mai mánaða var óvist, um §14. stk. 2 var partur av familjurættarøkinum ella fólkakirkjuøkinum, og tí svaraði Sirið Stenberg eftir síni bestu sannføring, tá hon segði at familjurættarliga økið var felagsmál við danskar mynulleikar.



Related Posts