Sirið Stenberg søkir eftir fleiri kommunulæknum

Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi um, at kommunulæknar mangla í Tórshavnar kommunu.  Søkt verður í løtuni eftir kommunulæknum og landsstýriskvinnan lovar at søkja eftir fleiri, tá ið kommunan hevur útvegað høli.

Tað hevur ljóðað í tíðindunum seinastu tíðina, at kommunulæknatrotið í Tórshavnar kommunu er so stórt, at kommunulæknar heldur vilja røkja starv uttan fyri kommununa, har læknarnir hava færri sjúklingar í part um hendi.

– Tað hevur stóran skund, at Tórshavnar kommuna útvegar nýggj viðtaluhøli til komandi kommunulæknar og betrar um hølisviðurskifti hjá teimum kommunulæknum, sum ikki hava nøktandi hølisumstøður, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í tíðindaskrivi.

Kommunan hevur ábyrgd av hølisviðurskiftum hjá læknanum, ímeðan tað er heilsutrygd, sum setur læknan í starv. Søkt verður eftir trimum kommunulæknum í Havn nú, og freistin er úti 1. desember, men Sirið Stenberg lovar at seta fleiri kommunulæknar í starv næsta ár, um kommunan útvegar høli.

Landsstýriskvinnan hevur havt fund við Anniku Olsen, borgarstjóra, um málið. Sambært tíðindaskrivi eru tær báðar samdar um at virka fyri at finna eina loysn á kommunulæknatrotinum í Havn.