Sjálvmálið hjá FSF

Í farnu viku meldaði FSF út til fótbóltsfeløgini, at fótbóltur skal vera ópolitiskur. FSF skrivaði, at spælararar mugu harvið ikki nýta útgerð, sum vísir samhuga við LGBT.

Orsøkin til fráboðanina hjá FSF var, at eitt nú liðskiparin hjá B36 kvinnum hevði nýtt ælabogalitt liðskiparaband til dyst, og harumframt hevði ein dómari nýtt ælabogalitt sveittabond um skøvningarnar.

Um FSF væntaði, at feløgini bara fóru at góðtaka hesa fráboðan, so trúðu teir skeivt. Ikki gingu nógvir tímar fyrr enn árstalsfelagið í Havn var úti og boðaði frá, at stríðið ímóti mismuni er ikki politiskt, men snýr seg um universal mannarættindi. Nakrar tímar seinni fráboðaði HB, at teir heldur ikki tóku undir við boðunum frá FSF, og tað sama gjørdi umboð fyri EB/Streym.

Í vikuskiftinum var sjón fyri søgn, har bæði liðskiparin hjá monnum og kvinnum hjá B36 spældu við ælabogalittum liðskiparabondum. Harumframt spældi liðskiparin hjá monnum hjá Víkingi við ælabogalittum liðskiparabandi, og tað hoyrist eisini, at ein dómari nýtti ælabogalittar lissur. Ein mótstøða frá nøkrum feløgum, spælarum og dómarum hevur tískil tikið seg upp ímóti starvsnevndini hjá FSF, sum við útmeldingini hevur sett eitt stríð í gongd í føroyskum fótbólti.

FSF kallaði tískil til fund við feløgini mánadagin fyri at finna eina semju, men mótmælandi feløgini vildu ikki akta og bakka. Og aftaná fundin stóð aðalskrivarin, Virgar Hvidbro, og segði, at fundurin var úrslitaleysur. Har skal sostatt vera ein nýggjur fundur um nakrar vikur.   

Meðan vit bíða eftir, um FSF klárar at trýsta hesu feløg til at bakka, so kann tað staðfestast, at tað er eingin annar enn FSF sjálvt, sum hevur gjørt ælabogalitirnar politiskar í fótbóltshøpi. UEFA hevur nevniliga eitt nýtt átak, sum nevnist Outrage, har fótbólturin stendur saman um at berjast ímóti mismuni vegna húðarlit, kyn, átrúnað og kynsliga sannføring. Tað var tískil til høgra beinið hjá starvsnevndini í FSF at grundgivið og víst á, at ælabogalitir á útgerð er í samsvari við átak hjá UEFA ímóti mismuni. Men nei, UEFA skuldi ikki fylgjast í hesum máli.

Les greinina: UEFA stuðlar ælabogalitunum

FSF hevur harvið sjálvt politiserað ælabogalitirnar, og ikki spælarir og dómarir á leikvøllum. Gitingarnar, um hví FSF leikar soleiðis í og politiserar, eru nógvar millum fólk. Er tað vegna sponsorar, sum fýlast á ælabogalitirnar? Ella er tað persónlig sannføring hjá fólki í starvsnevndini?

Gitingarnar eru nógvar, men eitt stórt sjálvmál er tað so hjá FSF. Vónandi halda mótmælandi feløgini fast og stuðla undir, at fótbóltur er fyri øll. Og harvið eisini, at Føroyar er fyri øll.