Sjampanju til Katar og krakk til Føroyar

Magni Arge fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi viðmerkir á Facebook, hvussu torført tað er hjá okkum at koma upp í felags evropeiska flogferðslusamstarvið. Hann fekk herfyri svar upp á fyrispurning, hann setti danska ferðslumálaráharranum, Ole Birk Olesen.

Tann 5. februar var hátíðarhald og sjampanja á Sheraton-hotellinum í Doha í Katar. 

Tá kundu umboð fyri lítla golfstatin Katar við 300.000 ríkisborgarum og ES við 500 milliónum borgarum kunngera, at partarnir vóru samdir um at skipa ein felags frælsan marknað fyri flogferðslu, so flogfeløg í Katar fáa frítt at fara í ES, og flogfeløgini í Evropa fáa frítt at fara til Katar.

Dagin eftir fekk eg svar frá danska ferðslumálaráharranum, Ole Birk Olesen, um, hvussu tað gongur at fáa Føroyar upp í felags evropeiska flogferðslusamstarvið, sum á donskum kallast FELO og á enskum ECAA.

Hann greiðir frá, at danskir og føroyskir myndugleikar hittu umboð fyri ES í juli 2017, og sum eg lesi svarið, var ongin sjampanja á borðinum tann dagin.

Lesið meira á Facebook-vanganum hjá Magna Arge