Sjónleikur fyri veljaranum?

Býráðsandstøðan í Havn hevur boðað frá, at í kvøld skal atkvøðast um, at grótið frá eysturoyartunnlinum skal brúkast til innkomuvegin til Tórshavnar. Men avtala er langt síðani gjørd um tað sama. 

Býráðsandstøðan við Heðini Mortensen á odda hevur boðað frá, at fyrsta málið á skrá til býráðsfundin í kvøld eigur at vera málið um grótfyllingina á Sundi. Málið skal steðgast, boða tey frá. Andstøðan hevur altso ikki longur ta støðu, sum hon hevði, tá ið leiðandi politikkarir í andstøðuni sótu við valdið og byrjaðu allar samráðingar um grótfylling á sundi.

Á Facebook vanga sínum boðar Heðin Mortensen frá, at grótið frá eysturoyartunnlinum skal brúkast til innkomuvegin til Havnar. Men avtala, ið Heðin sjálvur hevur skrivað undir, sigur at alt, ið kann brúkast til innkomuvegin, skal brúkast til tað. Trupuleikin er, at tað er einans ein brotpartur av grótinum, ið kann brúkast til innkomuvegin, og tað vita tey í andstøðuni allarhelst av – tað var sum sagt Heðin Mortensen í skrivaði undir sáttmálan við landstýrismannin í samferðslumálum um tað.

Tí kann tað illa síggjast sum annað enn sjónleikur fyri veljaranum, tá ið Heðin Mortensen ætlar, at býráðið skal samtykkja avtalu, ið langt síðan er samtykt og galdandi. Um so er, at býráðið samtykkir uppskotið, um at grótið skal brúkast til innkomuvegin – tá broytist onki.

 

Tíðindi um avtaluna, ið Heðin Mortensen skrivaði undir við Henrik Old um, kunnu lesast her