Sjúkrahúsið fær neyðuga peningin

Eftir áheitan frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, fer landsstýrið alt fyri eitt at lata løgtinginum eina umbøn um eykajáttan til Landssjúkrahúsið. 

Í tíðindaskrivi verður boðað frá, at Landssjúkrahúsið fær neyðuga peningin, soleiðis at játtanin røkkur til vanliga virksemið. Í síðstu viku kom fram, at játtanin til at senda fólk av landinum í viðgerð ikki rakk fyri alt árið.

Landsstýrið hevur viðgjørt málið fyrrapartin, og løgmansskrivstovan skrivar í tíðindaskrivi, at umbøn um eykajáttan er latin tinginum. Landsstýrið vónar, at løgtingið fer at viðgerða málið sum eitt skundmál.

– Sjúkrahúsverkið er ein høvuðssúla í okkara vælferðarsamfelag. Eitt dygt og trygt heilsuverk er eitt aðalmál hjá samgonguni, og tá ið játtanin ikki røkkur til vanliga virksemið fyri eina so grundleggjandi tænastu, so mugu vit politikarar sjálvandi tryggja, at virksemið kann halda fram, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í tíðindaskrivinum, sum er sent vegna løgmann, Aksel V. Johannesen, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum.