Skal ein gráta ella flenna?

Sambandsflokkurin byrjaði valskeiðið við at geva núverandi fiskivinnuaktørum rullandi 12 ára loyvir. Tilfeingisbúðin varð eisini strikað. Í ár fingu vit 6o.ooo tons av nýggjari makrelkvotu – tað var eisini bara givið burtur. 

Í 2011 gav Sambandsflokkurin føroyingum við hægstu inntøkunum ein massivan skattalætta. Flatskattasamgongan fíggjaði skattalættan við at brenna framtíðar pensiónsskattainntøkur av. Skattainntøkur sum skuldu fíggja samfelagið, tá ið vit verða fleiri eldri.

Vit kunnu ikki

Nú traðkar so Sambandstingmaður fram og sigur, at vit kunnu ikki lækka blokkin, tí:

… Komandi 20 árini verður talið á føroyingum eldri enn 80 ár tvífaldað. Hetta kostar nógv, um vit ynskja at varðveita so høgt tænastustøði sum gjørligt.   

… Vit eru í ferð við at bora síðsta teinin av Sandoyartunnilin, eins og Suðuroyartunnilin kemur at krevja stórar útreiðslur úr landskassanum.

… Tað hevur størri týdning, at føroyingar flest allir hava eina góða tilveru og kenna seg rættvíst viðfarnar, enn at vit skerja blokkstuðulin.

Gráta ella flenna?

Hvussu kann nakar taka slíkt fyri fult?

Aftaná at hava brent pengarnar av, sum skuldi fíggja eitt eldri samfelag, eru nú boðini frá Sambandinum, at vit hava ikki ráð at taka hond um okkara gomlu uttan danskar pengar.

Nakrar mánaðar aftaná, at hava givið ríkastu fiskivinnuaktørunum fiskatilfeingið í 12 ár, siga sambandsmenn, at vit hava ikki ráð at útbyggja landið uttan danskar pengar.

Og aftaná at hava eliminerað tilfeingisbúðina við einum úrsliti, at landskassin misti eini 200 mió kr í 2020 (og meira ella minni hvørt ár frameftir), sigur Sambandið, at vit hava ikki ráð at geva øllum føroyingum eina góða tilveru uttan danskar pengar.              

Verður tað hildið, at føroyingar einki minnast?

Hetta er jú ein tragikomisk útmelding frá Sambandinum, og tað er væl eisini ein orsøk til, at Sambandið stendur til 5 tingmenn í nýggjastu veljarakanningini, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Norðlýsið.

Vit kunnu gott

Vit hava sjálvandi ráð bæði til at lækka blokkin og taka hond um eldravælferðina og útbyggja samfelagið.

Tað krevur bert ein skilagóðan og rættvísan tilfeingispolitikk og raðfestingar í løgtinginum. Blokkurin kann lækkast stigvíst í tráð við, at búskapurin veksur.