Skattamálið verður latið fútanum

Bárður Larsen, ið hevur gjørt fráðgreiðing um skattamálið sigur, at hann heldur málið eigur at verða latið fútanum til støðutakan. Fíggjarmálaráðið staðfestir í tíðindaskrivi,  at málið verður latið fútanum. 

Tað hevur verið rættiligur spenningur um, hvat niðurstøðurnar í frágreiðingini hjá Bárði Larsen, ið varð settur sum fráðfeingisstjóri á TAKS  at kanna málið um EIK, fóru at verða. Nú eru niðurstøðurnar kunngjørdar, men orsakað av at Betri Banki er fevndur av tagnaðarskyldu, verður øll frágreiðingin ikki kunngjørd í fyrstu atløgu.

Bárður Larsen kemur eisini til ta niðurstøðu, at málið eigur at verða latið fútanum til støðutakan. Hann sigur í niðurstøðunum, at hann ikki metir, at nakar annar enn dómsvaldið skal gera niðurstøðu um, hvørt EIK hevur brotið lógina, men at hann heldur, at málið eigur at verða latið fútanum til støðutakan.

Um talan er um lógarbrot, tá er tað tí, at EIK hevur greitt rangt frá ella givið villeiðandi upplýsingar við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda skatt. EIK er løgfrøðiligur persónur, og tá er fongsulsrevsing óviðkomandi, men EIK kann verða dømt at gjalda sekt fyri sín leiklut, um dómstólurin metir, at EIK hevur brotið lógina.

 

Partar av niðurstøðuni eru eisini fevndir av tagnaðarskyldu, og tí ber ikki til at fáa innlit í allar niðurstøður. Men Bárður Larsen staðfestir at enda, at av tí, at onki líknandi mál er, ið til ber at gera beinleiðis samanbering við, er rættast, at dómsvaldið fær møguleika at viðgerða ítøkiliga málið, sum hann metir hevur prinsipiellan karakter.

Allar almannakunngjørdu niðurstøðurnar hjá Bárði Larsen kunnu lesast her 

Fíggjarmálaráðið staðfestir somuleiðis í tíðindaskrivi, at málið verður latið fútanum, eins og fráðgreiðing mælir til.

Tíðindaskrivið úr fíggjarmálaráðnum kann lesast her