Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænasta og Parkinsonfelagið hava í felag skipað fyri skeiði í parkinson.
Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar Kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænasta hava saman við Parkinsonfelagnum skipað fyri skeiði í parkinsonsjúku. Fakfólk úr Danmark og úr heilsu- og almannamálaráðnum í Føroyum hava havt fyrilestur á skeiðinum og prógvhandan var á skeiðnum 27. oktober.
Skeiðið er skipað eftir donskum leisti, har danska parkinsonfelagið hevur sett eina útbúgving í parkinsonsamskipan í verk.
Endamálið við skeiðnum hevur verið:
-Menna dygdina í arbeiðnum hjá heilsustarvsfólkum í mun til vegleiðing, stuðul, rehabilitering, røkt og umsorgan fyri menniskjum við parkinsonsjúku og teirra avvarðandi í gerandisdegnum
-Styrkja og menna samstarvið tvørtur um fak og geirar fyri at tryggja, at menniskju við parkinsonsjúku fáa eina so góða og samanhangandi sjúklinga- og/ella borgaragongd sum gjørligt.
Smæran í Klaksvík hevur verið karmur um útbúgvingina. Til prógvhandanina hildu Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík og Bergunn Kass úr Tórshavnar kommunu røðu.
Í tíðindaskrivi sigur Klaksvíkar kommunu, at fyrireikarinir vóna, at:
– vitanin, heilsustarvsfólk hava ognað sær, fer at gagna menniskjum við parkinsonsjúku og familjunum, soleiðis at tey við rættari viðgerð og stuðli í størstan mun kunnu varðveita sínar førleikar og virkna leiklut í samfelagnum.
Tað eru serliga fólk innan eldratænastuna, ið hava luttikið á skeiðnum.