Skotar velja tjóðskaparflokkin

Hin 8. Juni fara íbúgvarnir í Stóra Bretlandi á aðalval. Brexit eyðmerkir almenna kjakið og valstríðið alt. Men ímeðan stóru ensku flokkanir, hin stjórnarberandi Konservativi flokkurin, og stóri andsøðuflokkurin, Javnaðarflokkurin, stríðast um ávikavíst „hart brexit“ ella „bleytt brexit“, verður eitt heilt annað stríð uppafturtiki har norðuri í Skotlandi; skotskt fullveldi. 

Brandar Heðinsson greinar valið í Bretlandi 

Bert tvey ár aftaná síðsta aðalval, skulu bretar úr øllum 650 valdømum, aftur velja umboð til tingið í Westminister. Nývalið, ið bretska forsetismálaráfrúan, hin konservativa Theresa May, skrivaði út hin 18.Apríl, kemur í kjalavørinum av, at bretar hin 23.Juni 2016 á fólkaatkvøðu valdu at lima seg úr Evropa samveldinum. Stóra valstríðið í Englandi er ímillum ávikavíst stjórnarflokkin, hin Konservativi flokkurin, og stóra andsøðu flokkin, hin enski Javnaðarflokkurin. Flokkanir hava tó báðir í felag, at fólksins vilji skal útinnast; Bretland skal úr ES.

Viljin hjá hvørjum fólki?
Men Bretland er meiri enn England. Í øllum tí „sameinda kongaríkinum Bretland“ (UK) var meirilutin fyri Brexit tepur; 52%. Eingilsmenn og Waliserar valdu at fara úr ES, og norður Írar og Skotar valdu at verða verandi. Hetta kann hava týdningarmiklar avleiðingar við sær.

Serliga í Skotlandi kennur fólkið seg ikki aftur í Westminister prátinum um „fólksins vilja“. Tí Skotar atkvøddu nei til Brexit, við einum sannførandi meiriluta á 62%.  Og við tí skotska tjóðskaparflokkinum (SNP), ið er nógv hin stórsti flokkurin, kunnu ynskini um ES, og um skotskt fullveldi kanska renna saman í eitt. Men hóast hetta, eru metingarnar um komandi valúrsliti hjá SNP ymiskar.

SNP undir trýsti
Veljarakanningar vísa ein stórsigur til SNP við 42% av atkvøðunum. Men tað úrsliti hevði veri ein afturgongd á 9% sammett við 2015, har 55% av skotum ætlaðu at velja flokkin. Skotland, ið søguliga hevur verið ein javnaðarháborg, hevur síðan 2011 verði stjórnað av eini SNP meirilutastjórn, og við øllum øðrum flokkum í eini veikari andstøðu. Men hóast at stjórnin hevur ført ein ógvuliga væl lýddan vælferarpolitikk seinastu árini, eru tað fleiri ið halda, at flokkurin hevur svikið tey. Fleiri eru tey ið halda, at SNP ikki hevur ført ein nóg víðgongdan fullveldispolitikk. Onnur siga flokkin vera ov linan á sosiala økinum; onnur, at hann hevur verið ov vinstrahallur. Fleiri av hesum atfinngum stava allarhelst frá tí, at flokkurin hevur undirtøku millum bæði høgra- og vinstrahalnar veljarar, ið allir ynskja eitt frælst Skotland. Nýggir flokkar, sum eitt nú „Rise“, eru sprotnir úr Ja-kampanjuni til ta skotsku fólkaatkvøðuna um skotskt fullveldi, ákæra flokkin fyri at royna at tekkjast javnaðarveljarum, ístaðin fyri skotskum loysingarfólki.

SNP er eisni komi sær í eina PR-kreppu eftir at ein sjúkrasystur, í einum sjónvarpskjaki hjá BBC, hartaði Nicolu Sturgeon fyri, at starvsfólki í skotska heilsuverkinum ikki hava fingið lønarhækkan síðan 2008. Skotska landsstýriskvinnan í vælferarmálum, Jeane Freeman, skal eftir hetta hava ákært sjúkrasystruna fyri at vera gift við einum umboði hjá tí konservativa flokkinum. Sjúkrasysturin sigur seg vera ógifta, og pástendur, at skotsk fullveldisfólk hava happa hana á alnótini, aftaná at hon bar fram sína nú víðagitnu atfinning. Hinir flokkanir í skotlandi vóru skjótir at gera sær dælt av støðuni og vísa á, at hetta bara kann koma fyri, tá eirindarleysir nationalistar kenna seg hóttar. Andstøðan í Skotlandi hevur annars verið veik, við tveimum ógvuliga smáum flokkum, Liberalu Demokratanir, hin konservativi flokkurin og javnaðarflokkinum, ið hevur tikið undir við nógvum av átøkunum hjá SNP, og sum annars oftanni bara hevur latið vera við atkvødd í ymiskum málum.

Nýggj fólkaatkvøða um skotskt fullveldi
28.Mars gav hitt skotska tjóðartingið Nicolu Storgeon, forkvinna í SNP og skotskur fyrstiministari, heimild til at biðja um eina nýggja fólkaatkvøðu um skotska loysing. Theresa May vísti hesu umbøn aftur, og krevur, at skotar bíða við eini nýggjari fólkaatkvøðu til einaferð í 2020’inum. Og hóast at Nicola storgeon tvíheldur um, at bretska aðalvalið ikki snýr seg um at skipa eina nýggja fólkaatkvøðu, so kann avgerðin hjá bretsku stjórnini, um at sýta skotum rættin til eina fólkaatkvøðu, fáa ávirkan á valúrslitið hjá SNP. Hetta tí, at mong ilskast av, at skotar skulu úr ES saman við restini av Bretlandi, umframt tað, at skotar vera noktaðir møguleikan at loysa úr Bretlandi, fyri síðan at lima seg í ES.

Ynskja Bretland fram um ES
Men hóast hetta lovar SNP onga fólkaatkvøðu í bræði. Hóast at meiningakanningarnar eru ymiskar, vísa tær flestu, at skotar heldur vilja varveita sína støðu í Bretlandi, enn at lima seg inn aftur í ES, sum sjálvstøðug tjóð. Hetta merkir eisini, at tað í verandi løtu, ikki er meiriluti fyri skotskari loysing. Tó er eitt av aðalmálinum hjá SNP at „tryggja skotum rættin til at skapa sær sína egnu framtíð“, og „at skotar skulu hava rætt til at hava fólkaatkvøður, tá skotska fólki ynskir tað“. SNP vísur á, at síðani fólkaatkvøðuna í 2014, er hugburðurin mótvegis fullveldi batnaður munandi. Í 2013 søgdu 32% av skotum vilja loysa; í 2014 var tali 45%. SNP sigur seg vilja gera alt fyri at upplýsa skotar um síni egnu viðurskifti, og royna at sannføra skotska fólki um, at bara skotar eiga at ráða í Skotlandi. SNP ynskir at skipa eina fólkaatkvøðu, tá flokkurin metur meiriluta av skotum vilja atkvøða fyri einum frælsum Skotlandi.