Skotska deildin hjá BBC fylgir stjórnarskipanini

Skotska deildin hjá bretska miðlarisanum BBC er í Føroyum hesar dagarnar og fylgir millum annað stjórnarskipanararbeiðinum. 

Skotska deildin hjá BBC hevur verið í løgtinginum allan dagin. Sum skilst ger filmstoymið, ið er í Føroyum, millum annað innsløg um stjórnarskipanina.

Umframt at arbeiða við stjórnarskipanini, er ætlanin eisini at gera tíðindainnsløg um ferðavinnuna og føroyska búskapin. Fyri løtu síðani gjørdi BBC millum annað samrøðu við Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.