Skulu føroyingar hava rætt at ferðast í fjøllunum?

Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, segði í tíðindunum, at rætturin at ferðast í fjøllunum skuldi ikki festast í stjórnarskipanina. Bjørt Samuelsen er ósamd – føroyingar skulu hava fullan rætt at ganga í fjøllunum. 

Jógvan í Skorini borgarstjóri á Eiði, sum var uppstillaður til løgtingsvalið fyri Tjóðveldi, var í tíðindunum í morgun, har hann talaði ímóti at hvørmansrætturin skal staðfestast í stjórnarskipanini.

Jógvan í Skorini heldur, at tað gongur ognarrættinum ov nær, um hvørmansrætturin verður staðfestur.

Hann argumenteraði fyri, at hagapartar vóru at rokna sum privat jørð, og at tað tí var skeivt, um fólk fingu rætt at ferðast frítt í haganum.

– Eins og eg ongan áhuga havi í at ganga í garðinum hjá Høgna Hoydal ella hjá øðrum politikkarum, so gangi eg út frá tí, at fólk heldur ikki ganga í mínari ogn, bara soleiðis uttan víðari, segði Jógvan í Skorini í tíðindunum.

Í øllum norðanlondum uttan Danmark er hvørmansrættur við ávísum treytum. Fólk hava rætt at ferðast í fjøllunum, men tað er við ávísum treytum, soleiðis at landbúnaður er vardur ímóti ferðafólki. Men borgarstjórin á Eiði heldur, at nóg nógv rættindi eru staðfest í hagalógini, sum hon er í dag.

– Tað er soleiðis, at vit hava eina hagalóg í dag. Tann hagalógin loyvir fólki at ganga eftir hagagøtunum. Men eg dugi slett ikki at síggja, at tað skal vera ein rættur hjá fólki at ganga og mæla alla staðni í hagapørtunum. Tað dugi eg slett ikki at síggja meiningina í, segði Jógvan í Skorini, sum vísti á, at fólk fara í hagan uttan at spyrja um loyvi. Hann seðgi, at gøtan niðan á Slættaratind, har hann sjálvur eigur brúksrætt til hagapart, var niðurtraðkað og illa dálkað.

Til ber at hoyra alt brotið við Jógvani í Skorini her

Øll skulu hava rætt at ganga niðan á Slættaratind
Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi skrivar um málið á Facebookvanga sínum, og tað er greitt, at hon er ósamd við borgarstjóranum.

Bjørt Samuelsen heldur, at rætturin at ganga í fjøllunum, men eisini skyldan at fara væl um náttúruna eigur at staðfestast við lóg

– So sjálvsagt skulu føroyingar hava fullan rætt at ganga niðan á Slættaratind og øll onnur fjøll í landi okkara! Samstundis eigur ferðingin í haga og fjøll at gerast við fyriliti fyri seyði, plantum, fuglalívi og virksemi hjá bóndum – uttan mun til um jørðin er privat ella almenn, sigur hon.

Bjørt Samuelsen heldur, at ein lóg um hvørmansrætt kann brúkast til at verja náttúruna, og at skyldir kunnu staðfestast saman við rættindum.

– Ein lóg um hvørsmansrætt eigur júst at staðfesta hetta – altso ikki einans rættin at ferðast á fjalli og í fjøru, men líka nógv skyldurnar hjá teimum, sum ganga í náttúruni. Greiðar reglur, sum eisini geva heimild at krevja loyvi og seta avmarkingar, eru serstakar orsøkir til tað, greiðir Bjørt Samuelsen frá.

Er staðfest í núverandi uppskoti
Í stjórnarskipanini, ið er gjørd á løgmansskrivstovuni, er hvørmansrætturin staðfestur.

Í uppskotinum stendur:

“§ 22. Hvørsmansrættur (1) Íbúgvar landsins eiga rætt til at ferðast um sjógv og haga, tá ið tað ikki er fólki, fæi ella náttúru til ampa.”

Tað er ikki bara Jógvan í Skorðini, ið hevur víst ónøgd við greinina um hvørmansrætt. Føroya Óðalsfelag hevur, eins og eisini er komið fram í útvarpstíðindunum, sagt, at felagið fer at mæla frá at taka undir við stjórnarskipanini, um hvørmansrættur skal staðfestast í henni.

– Henda grein skal strikast. Hetta kunna vit í Føroya Óðalsfelag ikki góðtaka. Hetta gongur alt ov tætt at ognarrættinum sum skal verða friðhalgaður. Tí hví skulu óðalsfólk geva evsta rætt frá sær í bø og haga. Serliga nú vit síggja avleiðingarnar av tí vaksandi ferðavinnuni, sigur Óðalsfelagið í hoyringsskrivi til stjórnarskipanina.

Í hoyringsskrivinum stendur eisini, at Óðalsfelagið hevur tosað við bóndur í Íslandi og Noregi, sum siga, at teir halda, at teir hava mist rættindi til egna jørð við hvørmansrættinum.