“Myrkasti tímin er hann, ið kemur beint, áðrenn dimmið lættir”

Tór Marni Weihe lesur stjórnmálafrøði á fróðskaparsetrinum og hugleiðir her um, hvørt vinnufyritøkurnar hava ov nógv vald í Føroyum.
Tór Marni Weihe hevur skrivað,
Nakað soleiðis ljóðar eitt gamalt bretskt orðatak. Boðskapurin er greiður: tað er, tá ið tað leikar harðast á, at vit mugu standa stinn og ikki hokna undir trýstinum, tí nú ríða vit um snarið og eru um at vera komin á mál.
Hjá sitandi samgongu brýtur um bæði borð. Fiskivinnunýskipanin, sum í roynd og veru er politiska flaggskipið hjá samgonguni – tann politiski spurningurin, ið meiri enn nakar annar myndar politiska projektið hjá CEF-landstýrinum – stendur nú fyri hóttafalli. Fellur nýskipanin, so fellur samgongan ivaleyst eisini.
Spurningurin er: hvør skal valda í landinum?
Hetta er eyðsæð ein avbjóðing hjá samgonguni og stuðlum hennara. Men trupulleikin er nógv størri enn so. Samgongur koma og fara, flokkar ganga fram og fara aftur á løgtingsvalum, og allir flokkar á løgtingi hava roynt – og miseydnast – at evna til eina nýskipan av fiskivinnuni. At ósemjur eru, tað hava vit vitað leingi.
Men tað er neyvan komið fyri áður, at vinnulívið hevur ført eina so sjónliga og beinharða propagandaherferð móti politiska valdinum í Føroyum. Javnt og samt, síðan CEF-samgongan kunngjørdi sínar ætlanir fyri fiskivinnuna í framtíðini, hevur vinnan roynt at undirgrava arbeiðið hjá fiskimálaráðnum og landstýrismanninum í fiskivinnumálum við villeiðingum, ósannindum og hóttanum. Propagandatilfar fyri tíggjutúsundtals krónur er framleitt og sent hvørjum húsarhaldi í Føroyum, og dag og dagliga eru løgtingsfólk kimað niður og hótt av stórreiðarunum.
Hóast fiskivinnan í dag virkar undir betri fortreytum enn nakrantíð í søguni, so verður ein mynd málað av eini vinnu í skeljasorið, og skuldi tað komið fyri, at fiskivinnunýskipanin verður samtykt, ja so verða fólk í túsundatali arbeiðsleys, øll skip í føroyska flotanum verða løgd, og heilar bygdir verða avtoftaðar, um vit skulu trúgva Reiðarafelagnum. Hetta er sjálvandi í stóran mun beinleiðis ósatt. Tað er longu staðfest ósvitaliga, at anti-trust ikki fer at vera nakar meinbogi fyri verandi aktørar (reiðaratølini eru beinleiðis skeiv). Og nógv útskeldaða uppboðssølan? Einans 25% verða boðin út – bert nýggj rættindi, ið politiski myndugleikin hevur útvegað Føroyum seinastu árini. Verandi aktørar varðveita 75% av sínum kvotum, kvit og frit. Og kortini tosar mann um kollvelting.
Valið stendur millum státmanskynstur og oppurtunismu
Hetta er sjálvandi ein stak óheppin og vandamikil gongd. Uttan mun til, um ein tekur undir við fiskivinnuuppskotinum, sum fyriliggur, so er tað umráðandi, at vit øll kunnu hava álit á okkara fólkaræðisligu stovnum. Um tað frameftir vera vinnufyritøkur og ikki føroyska embætisverki, ið siga okkum, hvussu lógir skulu skiljast, so eru vit farin frá at vera eitt fólkaræðisligt rættarsamfelag til okkurt heilt annað. Og tað ber á tann bógvin í løtuni.
Tilgongdin frá samgonguskjali til liðugt uppskot í vinnunevndini hevur verið søguliga opin, gjøgnumskygd og gjøll. Øll hava fingið høvi at siga sína hugsan, og ongin ivi eru um, at samgongan hevur lagt eitt semingsuppskot fyri tingi, har hon hevur slakað sínar upprunaligu ætlanir munandi. Hetta í eini roynd at fáa eina breiða semju, ið øll kunnu liva við. Andstøðan kann sjálvandi velja at lata samgonguna støkka sundur – og harvið vinna sær ein møguleika at koma framat valdinum. Men í síðsta enda er hetta ikki ein spurningur um samgongu og andstøðu. Sláa vit ikki fast, at tað eru løgting og landstýri, ið smíða lógirnar her á landi – ikki vinnufyritøkur ella privatpersónar – so seta vit ferð á ein kavabólt, ið møguliga ikki kann steðgast aftur.
Spurningurin er tí, um andstøðan velur at vera verandi í síni partapolitisku skotgrøv, ella um har eru flokkar og tingfólk, ið tora at seta tjóð og hugsjón fram um partapolitikk og gera eina breiða semju.
Samgongan kann ikki bakka longur – og skal ikki bakka longur – og ongin ivi eru um, at fyri land, fólk og vinnu er ein breið langtíðarsemja besta loysnin