Skulu vit hyggja at ella tala at?

Spanska stjórnin var í øðini, tá ið katalanar endaliga samtyktu at hava fólkaatkvøðuna 1. oktober. Hóttanir frá sponsku stjórnini vóru alt fyri eitt veruleiki, spanska løgreglan handtók fleiri fólk og á sjálvum valdegnum komu umleið 800 fólk til skaða. 

Elsa Berg, sum var í Katalonia til fólkaatkvøðuna, hugleiðir, 

Tað er umráðandi at seta okkum spurningin skulu vit hyggja at ella tala at? 

Í øðrum stykki í yvirlýsingini yvir sjálvstýri hjálandanna og tjóðanna í ST- sáttmálanum stendur:

Allar tjóðir hava sjálvsavgerðarrætt; við hesum rætti kann hvør tjóð gera av, hvør teirra politiska støða er og fremja búskaparligan, sosialan og mentanarligan  framburð.

Svarið er eyðsýnt.
Vit eiga at tala at, tá ið altjóða sáttmálar ikki verða hildnir og grundleggjandi rættindi skúgvað til viks. Eisini smáu Føroyar hava eina moralska skyldu mótvegis evropiska meginlandinum. Okkara serliga ríkisrættarliga støða eigur eisini at gera tað lætt at seta seg inn í støðuna hjá øðrum statsleysum tjóðum, ið ikki eins og vit, kunnu fara á val, uttan at verða álopin av løgregluni. Tað er eisini at fegnast um, at okkara miðlar viðgera fólkaatkvøðuna og støðuna í Katalonia, og at Kringvarpið haraftrat hevur sent fjølmiðlafólk til Katalonia.

Vit eiga at tala at eini stjórn, sum nýtir vápn fyri at fáa tamarhald á støðuni.
Vit eiga at fegnast um úrslitið hjá katalanum og gleðina í Katalonia í dag.

Vit eiga at tala at eini stjórn, sum gevur katalanska tjóðini skuldina fyri harðskapin á valdegnum. Hetta er lygn. Børn, fólk í rullistóli, og fólk við hondum á lofti vórðu álopin av sponsku løgregluni.

Vit eiga at gleðast um, hvussu katalanar kortini eru farnir hugagóðir á val og á ein fantatiskan hátt hava sýnt stuðul til næsta sín við at verja valstøð, soleiðis at onnur fingu sett sín kross.

Vit eiga at viðurkenna sjálvsavgerðarrættin, fólkaatkvøðuna og úrslitið.